Fótbóltur

Hoseth komin í Gundadal

Norðmaðurin skal venda gongdini hjá teimum hvítu.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2024-06-14 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Magne Hoseth hevur havt sínar fyrstu venjingar í Gundadali sum venjari hjá B36, og leygardagin bíðar mótstøða av Toftum tá B68 er á vitjan.

Tað var hósdagin í síðstu viku, at B36 kunngjørdi, at Magne Hoseth tók við sum nýggjur venjari, eftir at Dan Brimsvík var koyrdur frá.

Úrslitini hjá B36 hava ikki verið nøktandi, og hesum skal 43 ára gamli norðmaðurin sum í fjør var venjari í KÍ, venda.

- Hópurin hevur havt nakrar góðar venjingar saman og fyrsta uppgávan at hugsavna seg um, er dysturin leygardagin í Betrideildini, tá B68 kemur á vitjan. Magne letur væl at dygdunum í hópinum og umstøðunum í Gundadali, og gleðir seg at hitta áskoðararnar til komandi dystirnar, skrivar B36 á heimasíðuni.

B36 liggur á fimta plássi eftir 12 dystir við 16 stigum. Næstu trý umførini í landskappingini eru móti liðum í niðara parti av stigatalvuni, B68, ÍF og Skála, og tí skulu níggju stig í kassan.

Seinasti dysturin undan summarsteðginum er á útivølli móti KÍ 4. juli, tá Magne á Hoseth skal á vitjan aftur í Klaksvík. Umframt hetta bíðar seinna hálvfinalan móti TB í kappingini um løgmanssteypið mikudagin 19. juni.. B36 tapti fyrru hálvfinaluna 1-0 fyri góðum tveimum vikum síðani í Trongisvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder