Fótbóltur

Hoseth ræðist ikki hitan ella longda leiktíð

Høvuðsvenjarin hjá KÍ bar seg sum vant róliga fram, tá hann og Jákup Biskopstø Andreasen á tíðindafundi vórðu spurdir um ymsar kringumstøður.

Hava spælt í meira hita og eisini roynt longda leiktíð tvær ferðir í summar - langa ferðingin ikki ein forðing. Hetta segði Magne Hoseth millum annað við lokalar miðlar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hava spælt í meira hita og eisini roynt longda leiktíð tvær ferðir í summar - langa ferðingin ikki ein forðing. Hetta segði Magne Hoseth millum annað við lokalar miðlar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-30 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Áðrenn almennu venjingina hjá KÍ á leikvøllinum hjá Sheriff í kvøld var tíðindafundur í stórum rúmi í horninum á leikvøllinum.

Høvuðsvenjarin og liðformaðurin hjá KÍ fingu fleiri spurningar frá lokalu tíðindafólkunum og skuldu millum annað siga síni nøvn fleiri ferðir. Eisini skuldu Magne Hoseth og Jákup Biskopstø Andreasen fyrihalda seg til fleiri spurningar um kringviðurskiftini. 

[object Object]
Fitt av áhuga fyri KÍ í Tiraspol (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrst viðgingu teir, at man var heldur bilsin av dystarætlanini hjá Sheriff og dystarmyndini sjálvari á Tórsvølli í síðstu viku; at KÍ hevði bóltin so nógv. Hoseth væntar nakað annað í morgin, fekk hann sagt, áðrenn norðmaðurin staðfesti, at hitin ikki fer at vera avbjóðing hjá KÍ í morgin - hetta verður ikki verri enn í Budapest, har tað jú gekk heilt væl, men tað er sjálvandi øðrvísi enn í Føroyum, helt Hoseth smílandi fyri.

Undirlagið (gras) og langa ferðin í gjár og dag skulu ikki nýtast sum umbering, segði 25-ára gamli liðformaðurin, og tað er høvuðsvenjairn samdur í: 

- Tað er tað sum tað er. Og so er tað ei heldur ein longri ferð enn tað sama.

Sí eisini: Myndir: KÍ í Moldova

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Magne Hoseth var eisini púra kaldur og róligur, tá hann varð spurdur um lið hansara var til reiðar at spæla meira enn 90 minuttir í morgin: 

- Ja. Tað hava vit gjørt tvær ferðir fyrr í summar, so longda leiktíð skulu vit nokk megna, um tað gerst neyðugt

Teir báðir noyddust eisini at staðfesta, at "sightseeing" ikki hevði verið á skránni: - Ov heitt, staðfesti KÍ-høvuðsvenjarin turrisliga. Síðani hevði hann ein spurning til lokalu tíðinadafólkini: Hví dysturin verður á hesum leikvøllinum og ikki tí beint við síðuna, sum teir síðstu dystirnir hjá liðnum eru spældir á.

Svarið var, at hesin til tíðir verður nýttur til millum annað evropeiskar dystir, og hevur hann heilt gott undirlag.

Tað er á hesum vølli, at liðið hjá Magna Hoseth júst nú venur, og í annaðkvøld klokkan 18 føroyska tíð skal spæla seinna Europa League play-off dystin móti Sheriff Tiraspol. Tað stendur á jøvnum 1-1 eftir 

Samrøður o.a um eina løtu

Sí eisini: Eyðbjørn og Jógvan eru einastu KÍ-áskoðarnir í Tiraspol

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder