Kappróður

Høvuðsstaðurin fær nýtt tíggjumannafar

Sámal Hansen hevur smíðað væl yvir hundrað bátar, og sum hann sjálvur sigur, so hevur hann mist talið.

(Mynd: Jan Herman Hansen)

(Mynd: Jan Herman Hansen)

2025-03-01 17:03 Author image
Jan Herman Hansen
placeholder

Úrmælingurin innan bátasmíð, Sámal Hansen hevur just smíðað nýggjan Havnarbát til Havnar Róðrarfelag. Hetta er triði havnarbáturin, sum Sámal Hansen hevur smíðað til Havnar Róðrarfelag í hesari øldini.

Sámal Hansen má sigast at vera tann mest royndi, núlivandi bátasmiðurin.  so í skrivandi stund er óvist, hvat nummar í røðini nýggi havnarbáturin er.

Sámal Hansen er útbúgvin maskinsmiður og hevur altíð verið sera fittur í hondunum og sera dunaligur til alt handaligt arbeiði. Sámal sleit ein part av síni barnaskóm í túninum hjá Andreas Hammer, bátabyggjara í Runavík, og har er helst áhugin fyri bátasmíði vaktur.

Fyrsti bátur Sámal, smíðaði varð tíggjumannafarið Kjølur til Kollafjarðar Ítróttafelag í 1997, Síðani smíðaði Sámal, Eystuoying til Kappróðrafelagið NSÍ í 1998, og hesin bátur var føroyameistari tvey tey fyrstu árini, hann róði. So ikki kann sigast annað enn at byrjanin við bátasmíði hjá Sámali eydnaðist sera væl. Hann róði sjálvur við Eysturoyingi í fleiri ár, og man tað ikki vera eindømi at bátasmiður vinnur FM við sínum egna báti.

Fyrst í 2000 var ordrabókin hjá Sámali so mikið full, at hann valdi bátasmíð sum fulltíðarstarv. Sámal smíðaði fulla tíð í kjallara í Runavík í fleiri ár, men nú er tað bara hobby, sigur hann.

[object Object](Mynd: Jan Herman Hansen)

Sum skilst, er ein partur av manningin á nýggja Havnarbátinum, teir garpar sum seinasta kappingarár róðu við áttamannafarinum Tórsbátinum, og tað royndist sera væl hjá teimum. Teir vunnu, í harðari kapping við gøtuskeggar, allar stevnur í fjørð.

Í ár verða tað so Norðoyingur, Klaksvíkingur, Risin og Havnabáturin, sum fara at kappast í tíggjumannaførum við monnum. Spennandi verður at vita, hvussu leikur fer, og um tað vera norðanmenn ella sunnanmenn, sum fara avstað við FM 2025.

Sunnanmenn hava í øllum førum sagt, at teir fara eftir FM, og tað fara heilt víst allir norðanmenn eisini, so tað verður helst sum í Mannafelsdali sinni, tá norðanmenn og sunnanmenn brustu saman í bardaga. So er spurningurin, um tað vera menn norðanfyri ella sunnanfyri Hórisgøtu, og um tað verur Grønur ella Reyður kassi sum fara á sigurspallinum á ólavsøku, ella um tað kanska verur ein Risi við Kolli, sum fær steypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder