Annað

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á verandi føroyameistarunum úr SÍ

Meira enn 200 ferðir hevur venjarin Rajko Petrovic verið í ymsum finalum við ymsum liðum hjá SÍ, og seinasta kappingarár var hann venjari hjá bæði kvinnunum og monnunum, sum gjørdust føroyameistarar í meistaradeildini. Men nú er Rajko venjari í Fleyr, og tað fyrsta hann gjørdi, var at vinna á fyrrverandi felagnum hjá sær, tá Fleyr vitjaði í Sørvági í gjár.

(Mynd: Fleyr)

(Mynd: Fleyr)

2026-10-19 09:31 Author image
Innsent
placeholder

Kvinnur:
SÍ – Fleyr 0-3 (18-25, 14-25, 23-25)

Men ikki bara venjarin, men eisini aðrir leikarar, sum spældu við SÍ, eru nú í Fleyr: Anja S. Danielsen er vend heimaftur, og landsliðshevarin Janna Falkvard hevur eisini skift til Fleyr, og tað vendir skjótt upp og niður upp á valdsjavnvágina.

Sjón gekk eisini fyri søgn í Sørvági í gjár, har Fleyr legði seg á odda 8-1 í fyrsta setti, og seinni 19-8, áðrenn SÍ pyntaði nakað upp á úrslitið, sum gjørdist 25-18 til Fleyr.

SÍ legði tó fyri sum eitt óløgi í øðrum setti og fór framum 5-0. Tá tók Fleyr leikbrá, og fimm bóltar seinni var støðan 5-5, og aðrar 12 bóltar seinni hevði Fleyr lagt seg á odda 14-8 og vann síðan settið 25-14.

Í triðja setti kom kortini veruligur spenningur í. SÍ var fyri tað mesta á odda; 15-11 tá munurin var størstur, men javnt gjørdist við støðurnar 18-18, 21-21 og 23-23. Tá vann Fleyr teir báðar næstu bóltarnar, og settið 25-23.

Leygardagin spælir KÍF sín fyrsta dyst í kappingini, tá Ternan tekur ímóti á Toftum. Sama dag dystast Fleyr og Mjølnir í Havn.

Menn:
SÍ – Fleyr 1-3 (25-27, 25-17, 17-25, 16-25)

Verandi føroyameistararnir úr SÍ eru viknaðir, nú ársins leikari 2026, Mileta Vesovic, er farin til Mjølnir, og tað merktist eisini í gjár, at Hjørtur Joensen ikki var á vøllinum, eins og saknur var í Róari í Haraldstovu. Hinvegin vóru summar av gomlu kanónunum at síggja aftur, so sum Jóhan Petur á Stongum, Ólavur Jensen, Jón Nielsen og Jón Joensen, sum hava ein miðalaldur omanfyri 42 ár.

Men aldur tóktist tó ikki at nerva í teimum báðum fyrstu settunum, har liðini vunnu hvør sítt. Fyrsta settið var serliga spennandi, og mesta partin var SÍ frammanfyri, men tá ið SÍ hevði lagt seg á odda 20-15, kom sperðil í, og 5 bóltar seinni var javnt 20-20. SÍ spældi seg tó til settbólt, men gjørdi sær ikki dælt av honum, og ístaðin vann Fleyr settið 27-25 við sínum øðrum settbólti.

SÍ misti tó ikki pippið av hesum og vann annað sett við øgiligum endaspurti, har SÍ vann 8 av 9 bóltum og fór frá 18-16 upp á 25-17.

Men so tóktist sum um, at SÍ hevði ikki meira krút eftir, og so vann Fleyr lættliga 25-17 og 25-16 í triðja og fjórða setti.

Leygardagin spæla Fleyr og Mjølnir í Havn, og sunnudagin spælir ÍF sín fyrsta dyst, tá sørvingar vitja í Fuglafirði.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder