Seinasta summar boðaði Eiðis Bóltfelag frá, at 33-ára gamal dani var settur sum høvuðsungdómsvenjari. Hetta var sum ein liður í at menna felagið, og fyri leggja lunnar undir at EB aftur verður fastur partur av vaksnamannadeildunum hondbólti boðar felagið frá.
Á Eiði eru tey vælnøgd við arbeiði hjá Morten Helwig, og í gjár gjørdist greitt, at hann heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum.
Hetta skrivar Eiðis Bóltfelag millum annað á heimasíðu sínari:
Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021.
Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Morten hevur gjørt hetta fyrsta árið, og tað hevur leingi ligið í kortunum, at sáttmálin fór at verða longdur. Í samrøðu við heimasíðuna sigur Morten seg hava verið sera glaðan fyri tíðina hann hevur verið í Føroyum, og er sera fegin um at hann fær møguleikan at halda fram.
Morten gleðir seg at byggja víðari á tað grundarlag sum er lagt í ár, og sær nógvar møguleikar fyri menning, bæði hjá einstøkum leikarum og felagnum sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald