HB og Kári Reynheim valdu í vikuni at enda samstarvið, og í gjárkvøldið kunngjørdi HB nýggju loysnina.
John Petersen, ið er høvuðsungdómsvenjari í felagnum, hevur játtað at taka yvir í juni og juli, meðan arbeitt verður við at finna eina endaliga loysn. Hetta skrivar hb.fo
John hevði fyrstu venjingina mikukvøldið, og fyrsta avbjóðingin hjá kvinnunum og dananum saman, verður í dag klokkan 14.00, tá ÍVB kemur á vitjan í Gundadali.
HB hevur tvey stig fyri tríggjar dystir í Betrideildini.
4. umfar:
14.00: HB - ÍVB
15.00: KÍ - EBS/Skála
NSÍ - B36
Støðan:
KÍ 9
B36 5
NSÍ 4
ÍVB 3
HB 2
EBS/Skála 1
Les eisini: Tøtt kapping (upptakt)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald