Í fjør flutti liðið, tá sum Giza Hoyvík, niður úr 1. deild. Í vetur varð navnið skift til FC Hoyvík, og liðið hevur alt árið verið á veg ímóti einari uppflyting.
FC Hoyvík hevur Áka Johansen smum venjara og nógvar royndar leikarar á liðnum. Bert ein ósigur er komin í teimum fyrstu 16 dystunum í 2. deild; hann var á Argjum móti næstbesta liðnum hjá AB, ið eisini hevur tryggjað sær uppflyting.
Í gjár var grannauppgerð á skránni í Hoyvík, har Undrið, ið liggur til niðurflyting, kom á odda beinanvegin. FC Hoyvík fekk tó fimm mál eftir hetta, og við sigrinum kom FC Hoyvík uppá á 1. plássið. FC Suðuroy hevði undan umfarinum ein teoritiskan møguleika, men hann reyk í gjár. Suðuroyingar taptu eisini 4-0 í Runavík.
Tvey umfør eru eftir í 2. deild. Gullið er framvegis uppá spæl hjá FC Hoyvík og AB. EB/Streymur sær út sum ein greiður niðurflytari í 1. deild. Stórur spenningur er um hvør hin niðurflytarin er.
Hópurin hjá FC Hoyvík sæst her
Støðan her
Kelda: Faroe Soccer
Fótbóltur
Hoyvík er aftur í 1. deild
Uppflytingin hjá hoyvíkingum gjørdist veruleiki við greiðum sigri í grannauppgerð í gjár. AB flytir eisini upp.
2019-09-23 08:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald