
KÍF fylgdi við tað mesta av fyrra hálvleiki, men tá heimaliðið veruliga fekk verjupartin at eydnast, frá áleið miðskeiðis í hálvleikinum, og vælsmurda álopsmaskinan helt fram í sama lagi, so varð tað so líðandi bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin í kvøld skuldi vera, og hoyvíkingar vunnu at enda ógvuliga uppiborið føroyameistaraheitið 2021/2022.
H71 vann við tíggju málum, tá liðini spældu finalu nummar eitt í Hoyvík sunnudagin, við sjey málum. Hoyvíkingar uppbygdu sær eina leiðslu, sum fyrri hálvleikur leið, munurin í steðginum var trý mál, og KÍF kom ikki nærri í seinna hálvleiki, hóast útiliðið hevði fleiri góð álop. Ov nógv mistøk vórðu gjørd samanlagt, og tað tyktiskt ógjørligt at stegða bakketuni hjá H71, har brøðurnir Pauli og Óli Mittún spældu so at siga allan dystin - við stórum myndugleika og flottum spæli - saman við Róa Ellefsen á Skipagøtu ella Peturi Krogh, ið báðir eisini fingu góð mál og góðsku í spælið. Tá Rói var inni, var talan um "systkinabarnsbakketu" við miðalaldri beint yvir 18 ár.
Óli Mittún og Pætur Mikkjalsson stegða her Fríða Weyhe. Hoyvíkingarnir komu inn á liðið, eftir at kappingarárið var farið í gongd, og hava gjørt stóran mun (Mynd: Jens Kr. Vang)
Mittún-brøðurnir skulu nú uttalands at spæla hondbólt - 19-ára gamli Pauli á hægsta støði í Noreg og 16-ára gamli Óli til Sävehof í Svøríki, har systkinabarnið Elias frammanundan spælir. Pauli Jacobsen, ið ikki hevði sín besta dyst í kvøld, skal til Fraklands at spæla. Javnaldurin hjá navnanum hevur tó havt eitt frálíkt kappingarár og tykist at vera í rúkandi menning og hevur nú landsliðsuppgávur fyri framman. Tað var makkari hansara, royndi Ári Dam, ið mest gjørdi vart við seg við bjargingum í kvøld. Hetta var seinasta dystur hjá málverjanum, ið hevur verið við til at mynda H71 seinastu árini, har nógv gull eru komin í hús.
Pætur Thomsen er ein av leikarunum, ið hevur vunnið nógv gull við barndómsfelagnum. Hann var ar aftur tryggur av vonginum í kvøld og gjørdist toppskjútti við sjey málum. Hinumegin var 18-ára gamli Janus Dam Djurhuus eisini tryggur og skeyt fýra mál.
35-ára gamli Ári Egason Dam slapp at lyfta steypið í sínum síðsta dysti á hægsta stigi. Hans Kári Hansen, nummar ellivu, takkaði eisini fyri seg við enn einum gull heiðursmerki og steypi (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sum seinni hálvleikur leið, varð talan um niðurteljing til FM-veitslu í Hoyvíkshøllini. Kvinnurnar tryggjaðu sær fyrr í kvøld sítt fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð, og nummar seks í røðini hjá monnum kom í hús nakrar tímar seinni. Talan er um ógvuliga uppiborið meistaraheiti. Sum kappingarárið er liðið, hevur H71 sett seg á kappingina, grundspælið varð vunnið trygt, finalurnar trygt samanlagt og í steypafinaluni varð talan um stórsigur. Harvið vann H71 greipuna, eins og í 2017.
Sí eisini:
Myndir: FM-gull til hoyvíkskvinnur á fyrsta sinni
Myndir: H71 føroyameistari eftir triðja finalusigurin á KÍF
Hetta verður hátíðarhildið í Hoyvík í kvøld, men eyguni hjá fleiri av leikarunum skulu skjótt vendast móti stóru uppgávuni í næstu viku. Kappingarárið í Føroyum er nú endaliga av, men HM play-off dystir hjá monnum eru næst á skránni.
Burn deildin, 3. og síðsta FM-finalan
Hoyvíkshøllin
H71 - KÍF 29-24 (16-13)
Toppskjúttar:
Pætur Thomsen 7 mál, Peter Krogh 5 mál - Hans Eli Sigurbjørnsson 5 mál, Fríði Weyhe 5 mál
Sí dómaraseðilin her
Rættað og dagført: 23.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald