Hondbóltur

H71-kvinnur vunnið sítt fyrsta meistaraheitið

Hoyvíkskvinnur eru føroyameistarar á fyrsta sinni. Tær vunnu triðju og avgerandi finaluna 27-18.

2022-04-09 18:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Menninir hjá H71 hava í nógv ár verið frammaliga í føroyskum hondbólti. Seinastu árini hava hoyvíkskvinnur eisini verið frammaliga, men til í dag hevði tað ikki eydnast at vinna gull í landskappingini.

Við trimum FM-finalu sigrum á rað ímóti Neistanum er greitt, at hoyvíkskvinnur hava vunnið sítt fyrsta meistaraheitið í søguni hjá felagnum.

Tær hava sostatt sett eitt flott punktum við stóra árið hjá H71 sum hevur bjóðað upp á evropaluttøku, steypafinalu og 

- Hetta er kempi stórt. Hetta er tað, vit hava arbeitt fram ímóti. Vit hava havt eitt langt kappingarár, og vit høvdu eitt skot eftir í byrsuni fyri at alt kappingarárið ikki skuldi fara fyri skeyti, segði ein fegin Maria Hallsdóttir Weyhe, við FM1 eftir dystin.

Støðan í hálvleikinum var 14-8.

H71 - Neistin 27-18 (14-8)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder