Tað eru nógvir føroyingar í næstbestu donsku hondbóltsdeildunum. Samanlagt er talið 14 hjá monnum og kvinnum fyri fyrru hálvu, og eru so at siga øll landsliðspælarar ella hava verið og eru rundanum.
Tað er serliga hjá føroyingunum í Ølstykke/Jyllinge, at tað gongst væl. Pauli Jacobsen og Marita Mortensen spæla í felagnum stutt frá Keypmannahavn, og nú jólasteðgur er hjá kvinnum, og eitt umfar restar í áðrenn steðgin hjá monnum, eru bæði fremstu liðini hjá HØJ fremst í næstbestu deildunum.
Bæði hava eisini fult stigatal og liggja harvið ógvuliga væl fyri til uppflyting. Kvinnurnar vunnu heili 36-19 móti Gudme HK á Fjóni í gjár. Marita Mortensen skoraði fýra mál, og er 23-ára gamla hoyvíkskvinnan umráðandi partur av bakketuni hjá oddaliðnum HØJ.
Marita Mortensen undir EM-fyrireikingunum. Hon hevur spælt við HØJ seinasta árið, kom aftur á landsliðið í heyst og var við til EM-endaspælið. Marita spældi nakrar minuttir í sigrinum á Kroatia (Mynd: Egin Tollakson Kass)
HØJ-kvinnurnar hava 18 stig fyri níggju dystir. Bara nummar eitt flytir upp. Fimm stig er til nummar tvey, sum eisini hevur spælt ein dyst fleiri enn HØJ. Talan er um niðurflytaran Ajax København. Har spæla tvíburðasystrar Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen.
Báðar slitu krossbandið í 2023. Lív nakað fyrr og var hon skjótari aftur á vøllin - í nóg góðari tíð til at gerast heilt til reiðar til endaspælið, har hon spældi eina løtu í miðverjuni. Vár var og stuðlaði, men er strikuspælarin nú komin so mikið fyri seg, at hon spælir aftur fri Ajax. Tær báðar eru serliga stinnar í verjupartinum og í sigrinum í Aarhus leygardagin, lat Ajax bert 16 mál inn. 2. plássið í næstbestu deildini gevur "play-off dyst" um uppflyting.
Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen - her í góðari verjustøðu í evropeiskum dysti fyri H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Støðan í 1. division kvinder sæst her
Í Aarhus spæla Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen nógv saman í miðverjuni. Teir spældu javnleik móti Kjartan Johansen og Lamvig-Thyborøn í gjár, sunnudagin. Aarhus er á 2. plássi í deildini við 23 stigum fyri 14 umfør.
Fimm stig eru upp til HØJ, sum bara heldur fram við at vinna tryggjar sigrar. Pauli Jacobsen hevur spælt fleiri góðar dystir í seinastuni, og hevur landsliðsmálverjin verið dagins spælari hjá oddaliðnum fyri kortum. Man hevur satsað nógv í HØJ og millum annað fingið Hans Lindberg heim. Nú eitt umfar restar í undan steðginum bendir nógv á, at HØJ skal upp í bestu deildina.
Har var Lemvig-Thyborøn í fjør. Í løtuni er liðið hjá Kjartani Johansen á 4. plássinum - strandingurin stríðist nakað við skaða í økslini í ár.
Mitt á stigatalvuni er FIF við teimum fýra hoyvíkingunum: Leivi Mortensen, Boga Hansen, Jónasi og Janusi Djurhuus. Fyrstnevndi hevur verið úti við skaða í fingrinum seinastu tíðina, og spældi vinstri vongurin ikki við í landsdystunum í apríl. Leivur fær tó gipsi av í vikuni og er til reiðar, tá kappingin verður tikin uppaftur síðst í januar.
Team Sydhavsøerne er ikki so langt frá play-off plássunum um at sleppa undan niðurflyting. Pætur Mikkjalsson hevur havt fleiri góðar dystir, men liðið er smalt, og Pauli Mittún hevur ikki spælt vegna skaða í rygginum seinastu dystirnar. Hann verður tó eftir ætlan aftur í januar. Leygardagin vitja Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen hjá TSØ í seinasta umfarinum fyri steðgin.
Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh eru makkarar í miðverju á landsliðnum og í felagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Støðan í næstbestu donsku mansdeildini hjá monnum
Seinasta umfar undan jóla- og EM-steðginum hjá monnum verður næsta vikuskifti. Kvinnurnar byrja aftur í januar.
Bjørk Franksdóttir Joensen hevur spælt við Randers HK í fyrru hálvu, har Simon Olsen er venjari. Tað gongst tó ikki væl hjá liðnum, har hjálparvenjarin á A-landsliðnum er venjari, og er Randers aftast. Neistin skrivar í dag, at Bjørk F. Joensen kemur heim aftur til Neistan at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald