Hondbóltur

Hoyvíkskvinnur góvu Spono Eagles ein frammaná

H71 vann við tíggju málum í fyrra dystinum ímóti sveisiska Spono Eagles í Europa Cup. Seinni dysturin verður klokkan 18 í kvøld.

Maria Halsdóttir Weyhe stríðir seg her í gjøgnum og skjýtur eitt av sínum 17 málum (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Halsdóttir Weyhe stríðir seg her í gjøgnum og skjýtur eitt av sínum 17 málum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-21 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Maria Halsdóttir Weyhe við 17 málum og hinar í H71 vundu burturúr sveisisku mótstøðuni í Hoyvíkshøllini í gjár.

Bláa gólvið varð drigið fram og klárt var til ein spennandi dyst í øðrum umfari í European Cup.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men tað gjørdist ongantíð so øgiliga spennandi, tí við einum framúr fyrra hálvleiki legði H71 lunnar undir ein stórsigur ímóti Spono Eagles.

Støðan í hálvleikinum var 20-11 til H71, sum í dystinum í gjár var útilið, og at enda vunnu hoyvíkskvinnur við tíggju málum, 36-26. Sostatt hava tær av álvara tikið fyrsta stigið at spæla seg víðari til triðja umfar.

Seinni dysturin millum liðini, verður leiktur í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 18.

Sí eisini: Myndir: Spono Eagles - H71 kvinnur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder