Fótbóltur

Hoyvíksvøllur fær graslíki við korkfyllu

Royndirnar við kortfyllu á Argjum og í Norðragøtu eru somikið góðar, at tilmælt verður at leggja sama slag av vølli á Hoyvíksvøll.

Hoyvíksvøllur (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvíksvøllur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-23 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar býráð skal á fundi í kvøld taka støðu til eitt tilboð, sum kommunan hevur fingið upp á nýtt graslýki til fótbóltsvøllin í Hoyvík. Talan er um ein vøll av sama slag, sum í fjør varð lagdur inni í Vika á Argjum.

Stórar avbjóðingar hava verið við graslíkinum á Hoyvíksvølli. Í 2020 bleiv staðfest, at vøllurin losar sera illa og hevur hetta serliga tvær fylgjur. Onnur er, at tað flýtur við leysum kunstgrasi kring allan vøllin, og hevur hetta umhvørvisligar fylgjur.

Fyri tað næsta hevur vøllurin losað somikið illa, at tað eru fleiri støð, har onki graslíki er, og gongur hetta út yvir kvalitetin og trygdina hjá teimum, ið brúka vøllin. Í fjørheyst samtykti býráðið at seta 5 milliónir krónur av til vøllin í Hoyvík.

Í 2022 skifti kommunan graslíkið inni í Vika á Argjum. Í hesum førinum er talan um ein umhvørvisvinarligan vøll við korkfyllu, ið er góðkendur av FSF til Betri-deildina.

Royndirnar higartil hava verið góðar, leikararnir dáma væl vøllin, og sjálvt korkið hevur háttað sær væl, bæði tá tað kemur til vind, regn og frost. Hetta er sama slag graslíki, sum er í Norðragøtu, og har hava tey havt góðar royndir við vøllinum síðani 2021.

Sostatt kann út frá 1-2 ára royndum staðfestast, at hesin graslíkisvøllurin við korkfyllu higartil er ein góð loysn.

Kommunan hevur fingið eitt tilboð uppá graslíkistveiting av sama slagi sum inni í Vika. Býráðið skal í dag taka støðu til, um takast skal av tilboðnum, sum bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin taka undir við, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder