Hondbóltur

HSF heitir á áskoðarar um at koyra saman til landsdyst

Umráðandi er eisini at møta í góðari tíð - dyrnar við Tjarnir lata upp klokkan 16.30 í morgin.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2025-03-11 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti landsdysturin við Tjarnir nærkast í hvørjum. Niðurlendingar eru komnir til landið - Føroyar skulu í morgin royna at vinna sjeynda heimadystin á rað, tá oddaliðið og favoritturin í bólkinum. 

Sí eisini: Tvær venjingar eftir undan brakinum við Tjarnir
Myndir: Allar stjørnurnar savnaðar í stóru og nýggju høllini

Hesaferð er tað ikki á Hálsi, men í Hoyvík har pláss er fyri nógv fleiri áskoðarum.

Hetta kann geva ávísar avbjóðingar, hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, staðfestir Hondbóltssambandið, sum hevur eina áheiting til áskoðarar

- Vit heita á, at fólk royna at savnast í bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum.

Her verður helst sipað til stóra konserttiltakið við Symfoniorkestrinum fyrsta vikuskifti í mars og eftir steypafinalurnar, har avbjóðingar vóru.

Tað fer helst at hjálpa, at bussar koyra úr OY, har upphiting er. Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nógv ferðsla verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð. Dyrnar lata eisini upp tíðliga.

- Stórur áhugi er fyri dystinum og fleiri enn 3000 áskoðarar koma at vera til fyrsta heimadystin hjá Føroyum við Tjarnir. Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu kl. 16:30. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, har verður sjálvandi eisini tónleikur, andlitsmáling og søla av fjepparalutum.

Sí eisini: Stór upphiting í OY undan fyrsta landsdystinum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder