Hondbóltur

Tvær venjingar eftir undan brakinum við Tjarnir

Føroyska liðið skal fínpussa ymiskt taktiskt – fyrst á Hálsi og síðani við Tjarnir. Mótstøðuliðið kemur til landið í dag.

Hákun West av Teigum og hinir skulu venja á Hálsi um middagsleitið og í Hoyvík tíðliga í kvøld. Júst høgri vongurin úr Füchse Berlin kann fáa ein heldur øðrvísi leiklut í løtum hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og hinir skulu venja á Hálsi um middagsleitið og í Hoyvík tíðliga í kvøld. Júst høgri vongurin úr Füchse Berlin kann fáa ein heldur øðrvísi leiklut í løtum hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-11 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin hjá Føroyum hevði í gjárkvøldið sína fyrstu veruligu venjing saman fram móti EM-undankappingardystinum móti Niðurlondum mikukvøldið. Hetta var eftir, at allir útisetarnir vóru komnir til landið. Talan var um fyrstu venjingina hjá manslandsliðnum í nýggju høllini við Tjarnir.

Sí eisini: Myndir: Allar stjørnurnar savnaðar í nýggju og stóru høllini

Sí eisini: Elias: - Nú gleða vit okkum bara til at spæla her

Niðurlendingar eru hægst styrkismettir og eisini á odda í bólkinum við trimum stigum fyri tveir dystir. Teir koma til landið í dag við spælskiparanum Luc Steins úr PSG sum størstu stjørnuni og navnframa svianum Staffan Olsson sum venjara.

Júst Steins er ein, sum føroyingar hugsavna seg nógv um at støðga – ella tálma so nógv sum gjørligt. Tað eru taktiskar snildir, sum Peter Bredsdorff Larsen, Hjalti Mohr Jacobsen og liðið skal arbeiða við í dag.

Ferðin verður helst ikki so høg til tær báðar venjingarnar dagin fyri sjálvan dystardagin. Tann fyrra byrjar stutt fyri middag á Hálsi. Tann seinna verður við Tjarnir tíðliga í kvøld.

Teis Horn Rasmussen fekk fyri kortum gipsið av og hevur nú vant hondbólt við fullari ferð í eina viku. Sterki strikuspælarin breyt hondina til landsliðsvenjing í Føroyum í januar. Hvussu stóran leiklut hann fær til sín fyrsta kappingardyst í 2025 er óvist, men hugsandi er, at vit fara at síggja Pætur Mikkjalsson nógv og møguliga Ísak Vedelsbøl í størri leikluti enn áður á A-landsliðnum.

[object Object]

[object Object]
Teis Horn Rasmussen fekk tape á hondina áðrenn venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Rógvi hevði als ikki roknað við at verið úttikin

Í mun til at Vilhelm Poulsen vantar í álopi og verju – á høgra bakki – verður arbeitt við ymiskum loysnum.

Føroyar og Niðurlond spæla klokkan 19 mikukvøldið. Talan er um 3. umfar í EM-undankappingini.

Sí eisini: Spanskir dómarar í heimsflokki stýra fyrsta landsdystinum við Tjarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder