
Ignacio Garcia og Andreu Marin dømdu HM-finaluna hjá monnum millum Danmark og Kroatia í januar, har teir millum annað góvu Marko Mamic hjá Kroatia beinleiðis reytt koyrt fyri ógvusliga takkling móti Simon Pytlick í fyrra hálvleiki.
Spanska dómaraparið stýrdi eisini EM-finaluni í 2024 millum Danmark og Frakland, sum fór í logda leiktíð.
Nú fáa teir heiðurin at døma fyrsta landsdystin í spildurnýggju høllini í Hoyvík.
Garcia hevur reyða kortið á loftið í Unity leikhøllini i Bærum, har Føroyar skulu spæla sínar EM-dystir í januar, um tað eydnast at spæla seg víðari úr undankappingsarbólkinum (Mynd: EPA)
Tað verður harvið eitt ógvuliga virt dómarapar, sum skal døma Føroyar - Niðurlond mikukvøldið. Talan er eisini um ein spennandi og týðandi dyst í EM-undankappingarbólkinum.
Útfrá metingini hjá kønum á økinum eru Ignacio Garcia og Andreu Marin í topp-trý í heiminum - seinni í vikuni standa teir í einari føroyskari høll og skulu taka metingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald