Fótbóltur

Hugnalig hátíðarløta fyri Lars Olsen

Í gjár var móttøka, har nú fyrrverandi landsliðsvenjarin takkaði fyri seg.

Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

2019-12-21 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leikarar, hjálparfólk, sponsorar, fjølmiðlar og onnur, ið hava arbeitt saman við nú fyrrverandi føroyska A-landsliðsvenjaranum hjá monnum, Lars Olsen, nýttu høvið at heilsa upp á, tá Fótbóltssambandið í gjár skipaði fyri almennari móttøku í sambandi við, at Lars Olsen nú gevst sum føroyskur landsliðsvenjari.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum bjóðaði vælkomin, og síðani fekk forsetin hjá Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, orðið. Forsetin takkaði m.a. Lars Olsen fyri tað sera góða samstarvið tey átta árini, danin hevur havt ábyrgdina av føroyska A-landsliðnum.

Eisini segði fyrrverandi landsliðsvenjarin, Lars Olsen nøkur orð, og takkaði hann fyri seinastu átta árini.

Tað er einki at ivast í, at fyri hann hevur tíðin saman við føroyingum og Føroyum verið mennandi, lærurík og spennandi, skrivar Fótbóltssambandið.

Eisini fyrrverandi liðformaðurin, Atli Gregersen tók orðið.

Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, siga hagtølini, at Lars Olsen er tann venjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini við føroyska landsliðnum.

Sáttmálin hjá Lars Olsen gongur út á nýggjárinum. Tó er hann longu byrjaður í nýggjum starvi sum venjari hjá danska superligafelagnum Esbjerg.

Nýggi venjarin hjá føroyska A-landsliðnum verður svenski Håkan Ericson.

Myndir: Bjarni Enghamar/FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder