Fótbóltur

Humphries er heimsmeistari á fyrsta sinni

Basti Luke Littler í London í kvøld (7-4). 16-ára gamli Littler var annars á odda 4-2, men Luke Humphries var stinnari við pílunum.

28-ára gamli Luke Humphries var nakað tryggjari enn blaðungi landsmaðurin og rakti eisini heili 23 180'arar í finaluni. Dartspælararnir úr Onglandi høvdu báðir eitt miðaltal yvir 100 fyri hvørjar tríggjar pílar í finaluni (Mynd: EPA)

28-ára gamli Luke Humphries var nakað tryggjari enn blaðungi landsmaðurin og rakti eisini heili 23 180'arar í finaluni. Dartspælararnir úr Onglandi høvdu báðir eitt miðaltal yvir 100 fyri hvørjar tríggjar pílar í finaluni (Mynd: EPA)

2024-01-03 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

PDC World Championship kom at enda í kvøld, og Alexandra Palace kókaði, tá tveir onglendingar við fornanvinum Luke hittust í HM-finaluni í dart.

28-ára Luke Humphries legði betri fyri. Tann 16-ára gamli mótstøðumaðurin tóktiskt kanska eitt sindur nervaður, men tað var skjótt, at Luke Littler veruliga kom í gongd og fann stórspælið fram. Hann vendi tí í 4. setti, so at tað gjørdist 2-2 í settum, og stjørnuskotið vann eisini tvey tey næstu settini. 6. sett endaði 3-0.

Eina løtu bendi nógv á, at ungdómsheimsmeistarin fór at hála tað heim. Humphries skinlaði nakað, hóast miðaltalið var rímiligt. Littler var ein píl frá at økja 5-2, at "steingja settið", og hetta hevði gjørt mótbrekkuna ógvuliga tunga hjá mótsstøðumanninum - spælt verður upp í 7 í finaluni.

[object Object]
Luke Littler hevur havt ógvuliga nógv at fegnast um síðstu vikurnar - stórt gjøgnumbrot á altjóða pallinum hjá "Prince of the Palace" 

Luke Littler kastaðu beint undir duppult-2 økinum, og so tók Luke Humphries av. 4-3 í settum og nú fór tann eldri at spæla á ogvuliga høgum stigi. Miðaltalið fyri hvørjar tríggjar pílar í næsta setti var 114.17, og hóast Luke Littler stríddist ímóti og hevði serliga góð tøl í 10. setti, tá hann kundi javnað, so avgjørdi Humphries "leggini" betri.

Hann var tryggjari og rakti eisini heili 23 180'arar í finaluni. Tað var 2-2 í síðsta setti, og so helt Humphries høvdið kalt og avgjørdi alt: 7-4 í settum og fyrsta heimsmeistaraheitið til mannin úr Berkshire-økinum.

Littler var helst betri umtóktur millum lívligu áskoðarnir í "Ally Pally", men Luke Humphries varð sanniliga fagnaður, og tað var ein rørdur heimsmeistari, eftir at seinastu pílarnir vórðu kastaðir. Hann hevur verið sannførandi seinastu vikurnar. Og tann 16-ára gamli? Hann fær helst møguleikan aftur onkutíð.

PDC World Championship finala (HM í darti)
Í kvøld, 3. januar 2024

Luke Humphries - Luke Littler 7-4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder