Tann fyrsti hvílidagurin í EM-endaspælinum er í dag. Venjingar, tíðindafundir og fyrireikingar hava verið í landsliðslegunum, men eingin dystur á skránni meðan spælarar, venjarar og áskoðarar løða battaríini til avgerandi dystirnar.
Lagt verður út við dysti um 5. plássið seinnapartin, men tað er ikki Ungarn-Slovenia, tað snýr seg um - hóast hesin dysturin kann fáa týdning fyri olympisku plássini.
Tað snýr seg um tey bestu fýra. Har var Danmark leingi sannførandi - tapið móti Slovenia mikudagin var í týdningarleysum dysti fyri danir og við nógvum sparningum. Týskland hevur hinvegin havt sínar trupulleikar, og ongantíð er eitt lið komið víðari úr EM-meginumfari við bert fimm stigum áður. Tað er ikki nógv meira enn heimavøllurin og týski málverjin Andy Wolff, ið tala fyri, at Týskland kann trýfaldu heimsmeistarunum í annaðkvøld.
Áðrenn brakið millum grannarnar verður onnur stóruppgerð í stóru Lanxess-høllini í Köln. Frakland tók við hondbóltstrónuni á manssíðuni tíðliga í øldini, eftir at sviar høvdu sitið á henni. Seinastu árini hava londini spælt í bæði hálvfinalum og finalum við skiftandi vinnarum. Tað hevur tó ligið meira til Frakland, og tað ger tað helst eisini í morgin, tá at sviar ikki eru so at sifta. Teir verja evropameistaraheitið - møguliga uttan Albin Lagergren - móti einasta ósigraða liðnum í EM higartil.
EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 26.01 - Köln
16.45: Frakland - Svøríki
19.30: Týskland - Danmark
Dystirnir kunnu millum annað síggjast á danska TV2/TV2 Sport og TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald