Annað

Hvør koppar Boga í bridge?

Millum teir 120 bridgespælarar, sum seta seg við bridgeborðini í komandi viku, er føroyski bridgeúrmælingurin Bogi Simonsen, sum hevur vunnið Tórhavnar Bridgefestival tær fýra ferðirnar, festivalurin hevur verið – Omanfyri helvtin av luttakarunum eru útlendskir spælarar.

Bogi Simonsen og Bjarni Hólmari Einarsson vunnu í fjør (Mynd: Føroya Birdgesamband)

Bogi Simonsen og Bjarni Hólmari Einarsson vunnu í fjør (Mynd: Føroya Birdgesamband)

2024-03-03 16:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar Bridgefestival verður hildin í Havn frá hósdegnum 7. til og við sunnudagin 10 mars.

Millum teir 120 bridgespælarar, sum seta seg við bridgeborðini, er føroyski bridgeúrmælingurin Bogi Simonsen, sum hevur vunnið Tórhavnar Bridgefestival tær fýra ferðirnar, festivalurin hevur verið. Bridge er spæl fyri pør, og Bogi hevur vunnið saman við norska Nils Kvangraven og tríggjar ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni.

Av teimum 120 bridgespælarunum eru omanfyri helvtina útlendskir spælarar, teirra millum onkur heimsmeistari.

Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi, og knappliga 30 íslendskir spælarar koma hendan veg; teirra millum ársins bridgespælari í Íslandi Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Eisini eru níggju finskir spælarar komnir til Føroya.

Spenningur er um, hvørt Bogi og Bjarni Hólmar Einarson aftur fara at vinna í ár. Spurningurin er, um nakar kann koppa teimum?

At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen, sum hava vunnið fleiri kappingar í ár. Pól E. Egholm og Magni Jøkladal hava eisini roynst væl, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr plaga altíð at standa seg væl, og teir munnu eisini fara at vera frammarlaga, tá ið gjørt verður upp leygardagin 9. mars.

Flestu árini hava kappingarnar verið rættiliga javnar, eitt árið var so javnt millum nummar tvey og trý, at hevði nummar trý tikið tvey stikk meira enn nummar tvey – av teimum tilsamans 11.000 stikkunum, sum vóru at taka í kappingini, so var býtt um millum tey bæði pørini.

Hetta er fimtu ferð, at Føroya Bridgsamband skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali. Í ár verður spælt í Dansifrøi í Havn. Jákup Sørensen er fyrireikari av festivalinum vegna Føroya Bridgesamband.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder