Hondbóltur

Í bólki við Hvítarusslandi og Sveis

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu mølta Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankappingini. Lutakast var fyri løtu síðani.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-08 14:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku kvinnurnar skulu møta Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankappingini í hondbólti.

Hvítarussland vann lutakastið í bólki 5 um fyrsta rætt at hýsa bólkaspælinum, Sveis annan rættin.

Kappingin verður leikt antin vikuskifti 27. til 29. november ella vikuskifti 4. til 6. desember. Hetta gera londini av í felag.

Tvey lið koma víðari úr bólkinum, sum so skulu spæla tveir play-off dystir móti liðunum, sum er hægri styrkismett.

Bólkur 5
Hvítarussland
Sveis
Føroyar

Hinir bólkarnir gjørdust hesir:

Bólkur 1
Slovakia
Ukraina
Ísrael

Bólkur 2
Makedonia
Ísland
Litava
Grikkaland

Bólkur 3
Turkaland
Portugal
Finnland

Bólkur 4
Eysturríki
Italia
Kosovo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder