Hondbóltur

Í bólki við Italia, Lettlandi og Luksemburg

Føroysku hondbóltsmenninir fyrireika seg nú til undankapping til HM 2023.

Kjartan Johansen í álopsroynd móti Luksemburg, sum vit eisini møttu í seinastu HM-undankapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen í álopsroynd móti Luksemburg, sum vit eisini møttu í seinastu HM-undankapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-19 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italia, Lettland og Luksemburg verða mótstøðuliðini hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti tá kappast skal um at sleppa við til til heimsmeistarakappingina, sum verður í Svøríki og Polandi í 2023.

Lutakast var fyrrapartin, og her komu Føroyar í bólk fýra. Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at Føroyar vann fyrsta rætt at vera vertur, um bólkurin verður leiktur sum ein kapping yvir eitt vikuskiftið. Útgangsstøðið er, at dystirnir verða leiktir sum úti- og heimadystir, men semjast londini um at avgreiða kappingina yvir eitt vikuskifti, er hetta møguligt. Møguleiki er at avgreiða dystirnar í november 2021 og januar 2022.

Nummar eitt og tvey í bólkinum koma víðari til play-off dystir móti liðunum, sum eru hægri styrkismett.

Føroyar vóru eisini í bólki saman við Luksemborg til seinastu HM-undankappingina, og tá vunnu Føroyar 24-22. Føroyar spældu eisini móti Italia í HM-undankappin í 2018, og tá var stórtap 29-18. Litava luttók fyri fyrstu ferð í EM-endaspæli í 2020, har teir tó ikki vunnu nakran dyst, og endaðu aftast.

Lettiska liðið telur millum annað kenda risan Dainis Kristopans, sum við sínum 215 sentimetrum og 135 kilo dagliga spælir í Paris Saint-Germain. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder