Hondbóltur

Í bólki við Montenegro, Svøríki og Niðurlondum í juli

U06 kvinnur skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 9. juli.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2022-05-03 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í, hevur verið. 

Hondbóltssambandið skrivar, at 17 lið luttaka í kappingini og leikt verður í fýra bólkum við fýra liðum í trimum teirra og fimm í einum. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Rumenia, Frakland, Slovenia, Estland, Lettland
Bólkur 2: Montenegro, Svøríki, Niðurlond, Føroyar
Bólkur 3: Noreg, Portugal, Ísland, Pólland
Bólkur 4: Sveis, Kekkia, Spania, Finnland

Liðini sum enda nummar 1, 2 ella 3 koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini frá 1 til 12. Hini spæla B-endaspæl um plássini 13-17.

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við, og Føroyar skulu harvið stríðast ógvuliga hart og væl fyri at koma víðari. Føroyska U17 landsliðið við dreingjum vann hesa kappingina í 2019 (02 og 03-árgangirnir). Nú er talan um U06.

European Open verður í døgunum 4. til 9. juli í Gøteborg. Íslendingurin Kristinn Guðmundsson er nýggjur landsliðsvenjari hjá U16-landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder