Hondbóltur

Kristinn er nýggjur landsliðsvenjari

45-ára gamli íslendingurin, sum seinasta árið hevur verið venjari hjá EB, skal taka sær av U06 kvinnum. Talan er í fyrstu syftu um U16-landsliðið og European Open í Gøteborg í juli.

Kristinn Guðmundsson (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Kristinn Guðmundsson (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-05-03 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kristinn Guðmundsson kom til Føroyar í fjør. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá EB og samstundis havt ábyrgdina av allari ungdómsvenjingini í felagnum.

Talan var um fyrsta árið hjá EB í bestu kvinnudeildini, og tað var týðiligt, at 45-ára gamli íslendingurin menti liðið gjøgnum kappingarárið.

Nú er Kristinn Guðmundsson settur í starv sum venjari hjá U06 kvinnunum í landsliðsarbeiðnum hjá Hondbóltssambandið Føroya.

Hesum boðaði HSF frá í gjárkvøldið og staðfesti, at talan er ein persón, sum hevur nógvar royndir sum venjari og spælari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi. 45-ára gamli íslendingurin hevur millum annað yvir tíggju ár á baki sum venjari í bestu mansdeildini í heimlandinum.

U06 kvinnur eru nú aldursbólkinum U16 og skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 9. juli.

Kristinn verður venjari hjá gentum føddar 2006-2007 saman við vestmenninginum Agnari Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder