Fótbóltur

Í dag byrjar Betrideildin hjá monnum aftur

Og lagt verður út við botnbraki á Argjum klokkan 17, tá B68 vitjar. 07 Vestur og EB/Streymur spæla í Sørvági klokkan 18.30.

AB skal royna at taka eitt fet nærri B68 og bjargingini kvøld - 07 Vestur vil nærkast 4. plássinum av álvara (Mynd: Sverri Egholm)

AB skal royna at taka eitt fet nærri B68 og bjargingini kvøld - 07 Vestur vil nærkast 4. plássinum av álvara (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-27 11:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska luttøkan hjá føroysku liðnum hevur fylt nógv seinastu vikurnar, og B36 spælir eisini spennandi dyst  í kvøld í 2. umfari í Conference League. Áðrenn fyrsta bríksl í Gundadali verður Betrideildin sett í gongd aftur eftir summarsteðg.

Tey fýra liðini, sum hava spælt/spæla evropeiskt í summar, hava spælt sínar dystir í 16. umfari. Hetta var mitt í viku í mai, tá HB vann 2-0 í Sarpugerði, og KÍ basti B36 (2-1).

Fýra lið skulu í eldin í dag. TB og ÍF seta prikkin yvir i'ið fyri umfarið, tá uppflytararnir spæla á Tórsvølli ólavsøkudag klokkan 17. Hetta eftir serligum ynski frá báðum liðum.

Tann dysturin á Tórsvølli kann fáa stóran týdning fyri niðurflytingarstríðið. Tað kann dysturin, sum byrjar klokkan 17 í dag sanniliga eisini. B68 og AB hava bert vunnið tveir dystir hvør higartil í Betrideildini.

Argjamenn endaðu væl áðrenn summarsteðgin eftir eina annars ræðuliga byrjan og kunnu spæla seg heilt upp ímóti strikuni í kvøld. Til tess er ein sigur á B68 í ólavsøkudystinum á Argjum neyðugur. Jákup á Borg og hansara menn skulu hinvegin royna at skapa frástøðu. Bæði liðini hava mist spælarar í summar, men AB hevur eisini fingið Beinir Ellefsen og Tóka á Lofti í hópin. Lagt er upp til ógvuliga spennandi dyst á Argjum í kvøld. B68 vann 1-0 í fyrra dystinum millum liðini í ár.

[object Object]
B68 skal spæla ógvuliga týðandi dyst á Argjum - EB/Streymur vitjar 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)


EB/Streymur er eisini íblandað í niðurflytingarstríðið. Í kvøld vitjar liðið hjá Sigfríða Clementsen í Sørvági. Tá liðini spældu á Eiði, endaði tað 0-5. 07 Vestur hevur skift venjara - Lars Arne Nilsen avloysir Micheal Schjønberg. Norðmaðurin hevur sín nú fyrsta dyst á skránni.

Ási Dam verður helst nýggjur vinstri bakkur hjá 07 Vestur - Rasmus Knudsen er farin til Danmarkar aftur, og Jóanis á Steig hevur leikbann. Sum bolt.fo hevur skrivað um, so er Magnus Holm Jacobsen kunngjørdur í pólskum felagi. Ivamál er tó, nær avtalan er galdandi. Formaðurin í 07 Vestur sigur við bolt.fo, at eingin avtala er gjørd millum feløgini her og nú. Á vøllinum skal 07 Vestur hugsavna seg um at nærkast Víkingi og 4. plássinum.

Televarpið vísir báðar dystirnar í kvøld, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Betrideildin 16. umfar
Í dag, hósdagin 27.07

17.00: AB - B68
18.30: 07 Vestur - EB/Streymur

Ólavsøkudag, leygardagin 29.07

17.00: TB - ÍF (Tórsvøllur)

Støðan: 
1. KÍ 48 stig * 
2. B36 36 stig *
3. HB 35 stig *
4. Víkingur 27 stig * 
5. 07 Vestur 22 stig
6. TB 15 stig 
7. EB/Streymur 13 stig
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 7 stig 

* Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder