21. september fellur avgerðin um, hvør kann kalla seg steypavinnari hjá kvinnum 2019. Finaluliðini verða funnin í dag, og báðir dystirnir verða í Gundadali.
Longu klokkan 11.00 er fyrsta bríksl í dystinum millum KÍ og HB. Í meistarastríðnum er KÍ farið frá HB, og alt bendir á, at klaksvíkskvinnur fara at vinna FM. Men alt er opið undan seinnu hálvfinaluni millum liðini, og HB hevur undan dystinum fyrimunin, tí liðið javnaði til 2-2 í yvirtíðini í Klaksvík í fyrru hálvfinaluni, ið var 1. august.
KÍ hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 2016, men HB hevur verið tvey tey seinastu árini; í báðum førum er tað endað við silvurheiðursmerki. Tí eru bæði liðini svong eftir steypunum, og vinnarin av hesari uppgerðini verður favorittur í steypafinaluni.
EBS/Skála hevur júst luttikið í Champions League. Í fyrru hálvfinaluni ímóti B36 vunnu steypavinnararnir seinastu tvey árini trygt, og tí skal nógv til um B36, sum vann á HB seinasta vikuskifti, skal koma í finaluni.
Seinnu hálvfinalurnar:
(11.00) HB (2) - KÍ (2)
(18.00) B36 (1) - EBS/Skála (4)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald