Fótbóltur

Í dag letur flytingarvindeygað aftur í Onglandi

Feløgini í Premier League hava til klokkan 23.00 at fáa nýggjar leikarar inn.

Ivan Perisic skiftir møguliga til Arsenal í dag. Her í dysti fyri Inter í London
(Mynd: EPA)

Ivan Perisic skiftir møguliga til Arsenal í dag. Her í dysti fyri Inter í London (Mynd: EPA)

2019-01-31 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Transfer Deadline Day. Ein hektiskur dagur har nógvar milliónir skifta hendur. Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur í Onglandi og Italia, meðan feløgini í Týsklandi, Spania og Fraklandi hava tvey samdøgur afturat. 

Tað kann gerast ein hendingaríkur dagur hjá fleiri feløgum í Premier League. Serliga er tað hjá Arsenal og Newcastle, at tað verður væntað, at nógv fer fram.

Denis Suarez úr Barcelona er á veg til Arsenal; talan er um eina leiguavtalu. Ivan Perisic úr Inter kann eisini skifta til London. Tað er tó ikki vist enn, hvar slag av avtalu talan er um. Yannick Carrasco spælir í løtuni í Kina, men hann kann gerast Arsenal-leikari, áðrenn dagurin er komin at enda. Sky Sports skrivar eisini, at felagið kanska fær fatur á einum sentralum miðvallara afturat. Youri Tielemans og Idrissa Gana Gueye verða nevndir.

Rafa Benitez hevur eftirlýst innkeyp í Newcaslte, og nú sær út til at eigarin Mike Ashley hevur boygt seg. Miguel Almiron hevur eftir øllum at døma havt sína læknakanning, og miðvallarin úr Paraguay skiftir til felagið úr Atlanta United fyri 21 milliónir pund, ið er tað hægsta Newcaslte nakrantíð hevur goldið fyri ein leikara. Aðrir leikarar sigast eisini at vera á veg til Norðuronglands. 

Sky Sports skrivar, at PSG er áhugað í at fáa fatur á Willian úr Chelsea. Ungi kantleikarin Callum Hudson-Odoi verður enn settur í samband við eitt skifti til Bayern.

Tað kann framvegis nógv henda áðrenn klokkan 23.00, og sannlíkt er at fleiri avtalur koma uppá pláss, meðan aðrar ikki verða gjøgnumførdar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder