NM í gonguløgum fyri íslandsross, sum í hesum døgum fer fram í Herning í Danmark, er nú við at koma inn í finaludagarnar. Rossini úr Føroyum hava klárað seg stak væl og millum tey bestu er aftur Knút Lútzen á hestinum Kára frá Ásbrú.
Teir báðir tóku allan rossaheimin á bóli, tá teir á Álandi fyri tveimum árum síðani vunnu NM í gæðingakeppni. Hetta var samstundis fyrsta og enn einasta NM-heitið, sum føroyskur luttakari hevur vunnið.
Nú seinnapartin fáa Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú so møguleikan at verja NM-heitið. Teir vunnu sær pláss í A-finaluni við at gerast nummar fýra í innleiðandi, men munurin frá nummar eitt til nummar fýra var so evarska lítil, at tey kønu meta, at øll hesu fýra rossini muga metast at hava javnt góðan møguleika at vinna á degnum.
Nógv føroysk viðhaldsfólk eru í Herning og tað er eingin ivi um at hesin stuðul, kemur væl við í royndini hjá teimum báðum at endurvinnað NM-heitið. Finalan er í dag klokkan 16.45 føroyska tíð.
Ríðisamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald