Hondbóltur

Í dag skulu stigini til høldar

Føroyska hondbóltslandsliðið fær heimaáskoðararnar ímóti sær í týðandi dysti.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-12 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag skal tað vera, at føroyska manslandsliðið í hondbólti skal hava ein sigur í HM-undankapping.

Síðsti dystur í undan-undankappingini til HM næsta ár verður spældur í dag klokkan 16.30 føroyska tíð.

Og tað eru tey bæði liðini, sum hava klárað seg ringast higartil – bæði tapt móti Litava og Slovakia – Luksemburg og Føroyar, sum hittast.

Bæði venjarar og leikarar søgdu eftir góða innsatsin og eitt máls tapið móti Slovakia í gjár, at móti Luksemburg skuldi tað vera. Luksemburg verður mett sum veikasta lið í bólkinum.

Les: So tepurt sum gjørligt móti Slovakia

Men teir hava fyrimunir av heimavølli og heimaáskoðarum.

Meðan tað bert vóru heilt fáir áskoðarar til dystirnar, sum Føroyar higartil hava spælt, so eru fleiri hundrað áskoðarar komnir til dystirnar hjá Luksemburg, sum bæði fríggjadagin og leygardagin spældu ein lítlan tíma eftir at dystirnir hjá Føroyum vórðu bríkslaðir av.

Men Luksemburg hevur ikki klárað seg serliga væl í kappingini hóast fyrimunin av heimavølli.

Sí samrøðu við Kjartan Johansen: Í morgin skulu vit kraftetime hava tvey stig 

Fyrsta dagin tapti Luksemburg 16-22 og í gjár tapti Luksemburg við 10 málum, 22-32 móti Litava, sum sær út til at vera liðið, ið kemur víðari úr kappingini.

Litava og Slovakia spæla finaluna um fyrsta plássið klokkan 14 føroyska tíð, og klokkan 16.30 verður so okkara dystur um at sleppa undan at enda niðjast. Føroyar hava betri málúrtøku enn Luksemburg, so um dysturin endar javnt stigini verða býtt millum londini, so fær Føroyar fyrimunin við at hava eina málúrtøku, sum er fýra mál betri.

Myndirnar frá Slovakia-dystinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder