Seinnapartin í dag verða FM-finalurnar í kappríðing í Marknagili, og heili 42 ross luttaka í kappingunum. Hetta er, sambært Føroya Ríðingarfelag, ein stór framgongd í mun til undanfarin ár.
– Aftaná at kappríðingin í fleiri ár, var í einum aldudali, tykjast pílarnir í løtuni at peika beint uppeftir. Miðvísa ungdómsarbeiðið sýnist nú at bera á vøkstur, hetta sæst greiddliga við, at til heystkappríðingina í dag, er Tvíspor ung størsti bólkur. 11 ross eru við í hesu grein, skrivar Ríðingarfelagið.
Tvíspor ung er eisini ein av teimum bólkunum, har FM skal avgerast í dag. Tvey ross hava møguleika at vinna FM. Verandi føroyameistarin Silfá við Ásu Bárðardóttir er á odda við 25 stigum, men teimum á baki er Freyr við Birnu Jóannesarson við 24 stigum. Hesi rossini eru í sama riðli, og merkir hetta, at tann, ið verður fremri á degnum vinnur FM.
Eisini í Tølt er stórur spenningur, har er brøðrastíð millum Johannessen brøðrurnar, Regin og Bárð. Regin og hesturin Brynjar eru á odda við 23 stigum, og Bárður og Syrpa hava 21 stig.
Tvíspor vaksin er so gott sum avgjørt, har Ronja við Zacharias R. Jacobsen er á odda við 23 stigum. Men spenningur er um annað plássið, tí her dystast verandi føroyameistarin Svanna við Barbaru Carlsen móti Spirit og Bergfríð Lassen. Tey hava ávíkavíst 18 og 17 stig. Hesi trý rossini dystast í seinasta riðlinum.
Skeiðkappingin er longu avgjørd. Har er Kór við Beintu P. Debes føroyameistari. Somuleiðis er Travkappingin avgjørd, har tað eru Freyr og Birita Lútzen, ið vinna FM.
Kappríðingin verður klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald