Fótbóltur

Í komandi viku kunnu børn og ung byrja at venja fótbólt aftur

Tað eru tó ymiskar avmarkingar, so sum at ikki fleiri enn tíggju leikarar kunnu vera í hvørjum bólki hjá yngru árgangunum.

Drekkidunk skal hvør einstakur hava við, stendur í tilmælinum, ið sjálvandi eisini hevur nøkur punkt um reinføri (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Drekkidunk skal hvør einstakur hava við, stendur í tilmælinum, ið sjálvandi eisini hevur nøkur punkt um reinføri (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2020-04-29 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey vaksnu eru farin í gongd, og nú kunnu børn og ung skjótt eisini. 

Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur - Koronavegleiðingin fyri venjingar hjá teimum yngru er nú klár. Hetta boðaði FSF frá í gjárkvøldið. 

Í tilmælinum, sum Koronaráðgevingin og Fótbóltssamband Føroya hava orðað fyri mannagongdir í samband við venjingar, stendur millum annað, at í aldursbólkunum U7 til og við U13 kunnu í mesta lagi 10 spælarar og ein venjari verða í hvørjum bólki, sum venur saman, meðan allur spælarahópurin kann venja saman í aldursbólkunum U15 og eldri.

Eisini verður dentur lagdur á reinføri í samband við venjing. Venjingarútgerð skal vaskast áðrenn og aftaná venjing (eisini bóltar, ið kunnu vera ein smittukelda)

Í tilmælinum stendur eisini, at allir persónar, ið eru hjástaddir til hvørja venjing, skulu skrásetast við navn og telefonnummari. Hetta er frá í gjár av eisini galdandi fyri tey vaksnu.

Í ungdóms- og barnadeildunum eru kappingarnar framvegis ikki lagdar. 


Øll vegleiðingin í samband við skipaðar venjingar ætlaðar børnum og ungum kann lesast 
HER

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder