Hondbóltur

Í kvøld fer tað í gongd í Hoyvík

Tann fyrsta av í minsta lagi trimum finalum og í mesta lagi fimm er á skránni í dag.

H71 og Neistin bresta saman í fyrstu FM-finaluni í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 og Neistin bresta saman í fyrstu FM-finaluni í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-31 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir seks hálvfinalurnar er nú tíð til finalurnar. Neistin og H71 stríddu seg í tær, eftir at bæði liðini taptu sína fyrstu hálvfinalu. VÍF og Kyndil sleiktu sárini eftir mikukvøldið og spældu tættan dyst um bronsuna í gjár, sum VÍF vann  

Nógv meira er uppá spæl í dag. Tað verður ikki avgerandi, men bæði liðini vilja byrja væl. Tvær tær fyrstu finalurnar eru undan landsliðsteðginum. H71 byrjar á heimavølli, og hóast Neistin ikki skal ferðast nevniverdan veg til dystin, so kann heimahøllin gerast ein fyrimunur hjá hoyvíkingum.

Fyri Neistan er tað sera umráðandi at stórskjúttin Rasmus Søby er við. Kyndil kærdi atburðin hjá bakspælaran í hálvfinalunum; serliga í triðju finaluni, har Kyndil vildi verða við, at Rasmus Søby hevði sparkað ein liggjandi Rógva Dal-Christansen í høvdið og spýtt eftir Bartali Klein Olsen. Hann kom eisini í fokus móti endanum, tá Kyndils-málvejin Tórður Guttesen gjørdist óður, tá hann fekk skot frá Søby í høvdið. Tórður skumpaði danan niður og fekk beinleiðis reytt kort. Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum viðgjørdi málið men avgjørdi at leikaran ikki skuldi revsast, tá mett varð, at tað ikki kann prógvast at hesar støður eru farnar fram og gjørdar við vilja. Hetta skrivar in.fo

Hjá teimum bláu er Teis Horn Rasmussen veruliga við at koma fyri seg og gevur liðnum fleiri møguleikar. Tað eru eisini nógvar streingir at spæla uppá í bakketuni: Tróndur Mikkelsen, Torkil Hentze og Dánjal Ragnarsson høvdu allir avgerandi løtur á vinstra bakki í hálvfinalunum og hóska væl saman við profilunum Tróndi Kraagesteen og Rasmus Søby. 

Fyri H71 er tað umráðandi, at Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen kunnu spæla leiklutir. Bakspælaranir vóru avgerandi í triðju hálvfinaluni, tá teir, serliga Peter, leiktu munandi meira enn í hálvfinaluni í Vestmanna, har H71 tapti. Hoyvíkingar fingu av álvara verjuna at koyra mikukvøldið, og hetta er eisini ein lykil í kvøld.

Lagt er upp til ein ógvuliga spennandi dyst, ið verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00. Fyrsta finalan kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder