Hondbóltur

Í morgin verður lutakastið til HM-undankappingina

Føroyar eru seedaðar mitt í millum tey 15 londini, ið skulu spæla seg víðari til høvuðsundankappingina. Dystirnir verða møguliga leiktir yvir nakrar dagar og møguliga í Føroyum.

Føroyar eru í pottinum í Wien í morgin - Mynd: Sverri Egholm

Føroyar eru í pottinum í Wien í morgin - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-22 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani meldaði Hondbóltssambandið til HM-undankappingina hjá monnum. Tað var annars ivamál, um hetta fór at gerast veruleiki, tí HSF manglaði áleið eina millión til at halda alt landsliðsarbeiði koyrandi. Hetta var orsakað av meirkostnaði í samband við heimadystirnar í Danmark í farnu undankapping.

Les eisini: Málið er rokkið: Ein millión til hondbóltin
- Innsavningin spældi ein ógvuliga stóran leiklut
 

Føroyar eru ímillum tey 15 evropeisku skrásettu londini, ið ikki spældu seg í EM-endaspælið, og sum harvið bryja uppá undankappingina hjá EFH til HM í 2021 tíðliga. Talan er um eina "undan-undankapping" við fýra bólkum, har tríggir av bólkunum hava fýra lið og ein er við trimum liðum. 

Liðini eru styrkismett (seedaði) í tríggjar bólkar. Ein við fýra liðnum, ein við átta og ein við trimum. Fyri at fara víðari til næsta stig í undakappignini skal bólkurin vinnast.

Styrkisbólkur 1: Ísrael, Italia, Litava, Turkaland
Styrkisbólkur 2: Belgia, Estland, Føroyar, Finnland, Grikkaland, Kosovo, Rumenia og Slovakia
Styrkisbólkur 3: Kýrpos, Georgia, Luksemborg

Úr styrkisbólki 2 koma tvey lið í hvønn bólk.

Eftir ætlan skal ein dystur spælast heima og úti ímóti hvørjum liðið, har fyrsta umfar við tveimum dystum er seinast í oktober á ár, og hini bæði eru tíðliga í januar í 2020. Men sambært Hondbóltssambandinum verður eftir lutakastið arbeitt við, at fáa samlað dystirnar soleiðis at allir verða leiktir á einum staði.

Lutakastið verður í Wien í morgin klokkan 15.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder