Fótbóltur

Í morgin verður stóri finaludagurin

Finalurnar í Skúlafótbólti verða spældar í morgin.

Mynd: Skulafotboltur.fo

Mynd: Skulafotboltur.fo

2019-05-01 17:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin 2. mai verður stóri finaludagurin í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági.

Skúlafótbóltur er eitt av stóru nýggju ítróttartiltøkunum í Føroyum, sum er vorðin veruleiki í einum samstarvi millum FC Suðuroy, Marghøllina, Vágs kommunu og Fótbóltssamband Føroya.

Tá Skúlafótbóltur varð settur á breddan á sumri 2018, vóru vónirnar, at tað fóru at koma eini 5-600 fólk til Skúlafótbólt í 2018/2019. Nú finaludagurin verður í morgin er greitt, at bara sjálvan finaludagin koma fleiri enn 700 børn at spæla hálvfinalur og finalur í Marghøllini. Til innleiðandi umførini hava fleiri enn 1.800 skúlanæmingar kappast í øllum skúlaárgangum, skrivar Skúlafótbóltur á heimasíðuni.

Til stóra finaludagin verða spældir tilsamans 40 dystir í hálvfinalum og finalum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder