Teir súkkla enn. Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen við fylgi. Í allan gjár súkklaðu teir í Suðuroy, Sandoy, vestara part av Streymoynni og í Vágum. Í dag hava teir verið í Norðoyggjum og eru nú í holt við Eysturoynna áðrenn teir taka norðastu bygdirnar á Streymoynni og seta kós móti Vaglinum í Havn.
Fyri umleið einu tíma síðani súkklaði fylgið um Gjáarskarð eftir at hava verið við Gjógv.
Eftir tíðarætlanini verða teir við Streymin umleið klokkan 02.
Tíðarætlan:
Úr Elduvík til Funnings, Gjógv, Eiði - Við Streymin uml kl 02.00 (ca 240 km)
Av Oyri til Tjørnuvík – í Hvalvík/Streymnes uml kl 3.00 – (ca 260 km )
Til Saksunar og til Hósvík uml kl 5.30 – (ca 300 km)
Frá Hósvík til Kollafjørð, Signabø, Kaldbak, og til Hvítanes uml kl 8.00 (ca 340)
Koyrt verður yviri við Strond, og yvir á a mál á Vaglinum kl 9.00 (ca 350 km )
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald