Annað

Í topp tíggju

Hávard Vatnhamar rann teinin beint undir tríggjar tímar, og endaði nummar 10 av 12.

Mynd frá oyggjaleikunumá Gibraltar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mynd frá oyggjaleikunumá Gibraltar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-05 02:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein glaður Hávard Vatnhamar, sum sigursrómur hoyrdist frá á leikvøllinum í Tokyo, har hann fyri lítlari løtu síðani kom á mál eftir at hava runnið marathon fyri Føroyar á paralympisku leikunum.

Hann kom á mál við tíðini 2.58.27, og tað er hansara besta tíð. Í síðsta strekkinum yvirhálaði Hávard nærmasta kappingarneytan og tók tíggjunda plássið av tólv.

Hávard Vatnhamar hevði sett sær sum mál at klára undir tveir tímar og 57 minuttir, so hann var nærum so nær, sum hann kundi.

Kringvarpið sendi beinleiðis frá marathon í sjónvarpinum, og hevði Trónda Ravnsfjall, sum er í Tokyo saman við Hávardi, í telefonini meðan føroyingurin kom á mál. Løtan tá Hávard Vatnhamar kom á mál bleiv tíverri ikki víst í sjónvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder