Hondbóltsfelagið á Argjum, ÍA, spílar seg nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari
Síðani ÍA varð sett stovn í 2011 er undirtøkan millum argjafólk bara økt. Denturin hevur alla tíðina verði lagdur á yngru deildirnar, og nú hevur felagið veruliga spent seg út.
Mark Dahl, sum er 30 ára gamal, er nevnliga settur í starv sum fulltíðar ungdómsvenjari. Mark kom til Føroya fyri tveimum árum síðani, og hevur hann vart málið hjá Team Klaksvík og StÍF, umframt at hann eisini hevur verið virkin sum venjari hjá hesum feløgum.
Nú verður tað so sum ungdómsvenjari burturav, at Mark skal royna seg. Sum høvuðsungdómsvenjari fer Mark at venja mest sum øll ungdómslið felagsins. Undantøkini eru yngstu árgangirnir hjá gentum og dreingjum, sum eru undir kønari leiðslu av Svannu Hanusardóttir, sum júst nú er heiðrað av HSF fyri at hava virkað sum hondbóltsvenjari í samfull 50 ár.
Sáttmálin við Mark er galdandi fyri komandi tvey árini, og Sunrid í Gong, forkvinna, fegnast um hetta stigið.
- Argir er í støðugum fólkavøkstri, og aftur nú síggja vit nýggjar útstykkingar. Enntá í grannalagnum hjá høllini. Vit síggja tað sum eina spennandi avbjóðing at geva teimum mongu húskjunum, sum bæði búgva og koma at búgva á Argjum, eitt gott og mennandi hondbóltstilboð. Og við at seta Mark í starv, hava vit tikið eitt stórt fet á hesi leiðini.
- Ikki minst eru vit fegin um, at vit vísa í verki, at vit ynskja at byggja felagið upp frá grundini av, soleiðis at ungdómurin alt fyri eitt fær munagóða venjing, sigur Sunrid.
Í nevndini í ÍA sita í dag Sunrid í Gong, forkvinna, Martin Mørk, sum er kassameistari og skrivari, Gunnvá Eysturoy, Helga R. Øster, Johild G. Nolsøe og Sølva Heinesen.
Nevndin í ÍA: Sunrid í Gong, Helga R. Øster, Johild G. Nolsøe, Gunnvá Eysturoy, Martin Mørk og Sølva Heinesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald