Annað

Ian Andersen nummar 3 í gokart HM

Undir merkinum tryggjaði føroyingurin seg bronsu í Sodi W Series Masters.

2025-07-07 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Deyvi føroyingurin, sum er millum teir skjótastu í heiminum í sínum aldursflokki, tá tað um gokart koyring umræður, hevur um vikuskiftið koyrt um heimsmeistaraskapin í tí, ið kallast Sodi W Series.

Kappingin varð hildin mikudagin til leygardagin á rasarabreytini nærhendis Campillos í Suðurspania.

Ian Anderson hevur ikki roynt hetta slagið av gokartum fyrr, men kláraði seg kortini væl. Eitt nú var hann fremstur av øllum í fyrsta riðlinum.

Eftir fleiri innleiðandi riðlar mikudagin, hósdagin og fríggjadagin, tryggjaði hann sær pláss í finaluni leygardagin, har hann gjørdist tann triði í mál.

Ian iðraði seg eitt sindur up triðjaplássi, tí hevði hann ikki fingið eina tíðarrevsing á trý sekund, sum hann ikki var heilt samdur í, so hevði hann verið í kappingini um sjálvt heimsmeistaraheitið.

Men tá samanum kom var Ian eisini nøgdur við at fáa eitt so gott úrslit.

- Nú ræður um at fyrireika seg til heimsmeistarakappingini, sum næsta ár verður koyrd á Le Mans breytini í Fraklandi, skrivar Ian Andersen á Facebookvanga sínum, Ian Andersen Racing 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder