Fótbóltur

ÍF-hetjan: - Hetta er nakað heilt serligt

Tóri Nolsøe Olsen stútaði bóltin í TB-málið til 2-1 í serstaka dystinum á Tórsvølli og setur orð á tað at fegnast saman við mongum ÍF-fjepparum, og hvussu venjararnir eiga stóra æru í sínum máli.

- Vit standa saman sum eitt lið. Tað hava vit gjørt í øgiliga nógvum dystum, sjálvt um tað ikki altíð hevur gingið so væl, sigur Tóri Nolsøe Olsen, sum helt upplivingina vera heilt stuttliga (Mynd: Jens Kr. Vang - málskjúttin sæst í gulum gaggum)

- Vit standa saman sum eitt lið. Tað hava vit gjørt í øgiliga nógvum dystum, sjálvt um tað ikki altíð hevur gingið so væl, sigur Tóri Nolsøe Olsen, sum helt upplivingina vera heilt stuttliga (Mynd: Jens Kr. Vang - málskjúttin sæst í gulum gaggum)

2023-07-29 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er nakað serligt. Tað, sum man droymir ofta um sum fótbóltsspælari, er at skora avgerandi málið í einum dysti, og tað at tað so er á ólavsøku, ger tað heilt serligt.

Soleiðis greiðir Tóri Nolsøe Olsen frá kensluni í kvøld. 21-ára gamli miðverjin av Kambsdali er ÍF-hetja nú ólavsøkudag, eftir at hann avgjørdi botnbrakið á Tórsvølli móti TB. Hetta var við stútara í samband við deyðbóltsstøðu.

- Tað er rós til venjararnar fyri málið. Vit hava vant júst hatta, og so er tað bara øgiliga lekkurt, at tað riggar. Og so sjálvandi yvir til áskoðarnar at fegnast saman við teimum, staðfestir smílandi ÍF-miðverjin.

[object Object]
21-ára gamli Tóri Nolsøe Olsen er her ónøgdur við eina døming - í 70. minutti kundi hann tó stórfegnast saman við liðfeløgunum og fjepparunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Portalurin tosaði við Tóra, beint eftir at hann og liðfelagirnir høvdu verið inni í skiftingarrúminum og líka rópt og fegnast saman um fyrsta sigurin hjá liðnum í tríggjar mánaðir - í níggju dystir. Hann sigur, at teir í summarferiuni hava koyrt eyka nógv á, og nú gevur tað úrslit.

- Vit standa saman sum eitt lið. Tað hava vit gjørt í øgiliga nógvum dystum. Sjálvt um tað ikki altíð hevur gingið so væl, so standa vit saman, kempa sum eitt lið og kempa til tað síðsta. Tað er tað, sum man kan vænta av okkum. 

ÍF er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna, og hendan upplivingin kann geva spælarunum nakað.

- Tað er ótrúliga stuttligt at spæla slíkar dystir, og man má bara takka áskoðarunum fyri í dag: Tað er ótrúliga stuttligt at síggja so nógvar fuglfirðingar á Tórsvølli í dag, og teir geva nakað eyka, staðfestir Tóri Nolsøe Olsen at enda.


[object Object]

[object Object]
Fegnir ÍF'arar á áskoðaraplássinum og á vøllinum (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

 Betrideildin 16. umfar

Ólavsøkudag, leygardagin 29.07 á Tórsvølli
TB - ÍF 1-2 (0-0)
57' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 
63' Salmundur Bech (John Villi Wøldike Leo)
70' Tóri Nolsøe Olsen (Elvio Gelmini)

Uppstillingar, dystargongd o.a. á dystir.fo


Les eisini: ÍF stríddi seg av aftasta plássinum

Støðan:
1. KÍ 48 stig 
2. B36 36 stig 
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 27 stig 
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig 
7. EB/Streymur 13 stig
8. ÍF 12 stig
9. B68 11 stig
10. AB 10 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder