Fótbóltur

ÍF stríddi seg av aftasta plássinum

Øll málini í ólavsøkudystinum á Tórsvølli, har heilt nógv fólk vóru, komu í 2. hálvleiki og eftir deyðbóltar. Stútarin hjá Tóri Nolsøe Olsen til 2-1 gjørdist avgerandi.

Talan var um ein inntensan dyst, har ÍF fekk sín fyrsta sigur síðani 26. apríl. Hetta var við Stóra - nú eru fuglfirðingar ikki longur undir niðurflytingarstrikuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan var um ein inntensan dyst, har ÍF fekk sín fyrsta sigur síðani 26. apríl. Hetta var við Stóra - nú eru fuglfirðingar ikki longur undir niðurflytingarstrikuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-29 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2013 vann ÍF 2-1 í ólavsøkudysti móti B36 í Gundadali. Nú, tíggju ár seinni, fingu fuglfirðingar enn eitt ólavsøkusteyp, men meira týdningarmikið fyri teir reyðkløddu var, at teir hava trý stig fleiri til ógvuliga tætta botnstríðið, nú teirra ólavsøkuveitsla byrjar.

Ovfarakæti var á teimum mongu ÍF-fjepparunum eftir seinasta bríksl. Ein leyslig meting av Tórsvølli er, at íhvussu er 2.000 fólk, og helst nakað fleiri enn tað, sóu serstaka dystin beinleiðis. Tað var TB, ið tók stig til hendan dystin, og tað tyktiskt týðiligt, at nógv vildu síggja ein dyst við týdningi á tjóðarhátíðini og á tjóðarleikvøllinum. Ein rúgva av TB'arunum royndu at stuðla, og heilt nógv uttanveltað sóust eisini.

Fyri ÍF var hetta fyrsti sigurin, síðani liðið vann á júst TB í 6. umfari. Níggju tap á rað hevði sent liðið hjá Aleksandar Jovevic frá 4. plássinum niður á tíggjunda pláss, men við stríðssigrinum í dag er ÍF nú omanfyri strikuni. Uppflytararnir yvirhálaðu AB og B68.

[object Object]
Stuðulin og áhugin uttanfyri vøllin manglaði ikki, tá uppflytararnir brustu saman á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

Trý deyðbóltsmál innanfyri eitt korter í seinna hálvleiki

ÍF byrjaði dystin í regninum betri. Ein eyðsýndur Gundur Petersen burdi skorað eftir gott álop, men miðvallarin skeyt ov seint, og TB-verjan kom fyri. Løtu seinnu kom innlegg úr vinstru, ið Jóhann Højbro kastaði seg fram til. Stútarin hjá unga fuglfirðinginum rakti tvørtræið.

TB hevði eisini sínar góðu støður fyri steðgin, og teir sebralittu settu seg á spælið síðsta korterið. Málini í dystinum komu tó øll eftir steðgin, og var tað nummar 14 hjá ÍF, ið átti seinasta fótin á málið til 1-0. Hetta var eftir frísparksstøðu, har Dánjal á Lakjuni hevði lagt innfyri aftur, og Gundur setti vinstra fótin væl á.

Málið hjá var skotið í 57. minutti. Bert seks minuttir seinni svaraði TB aftur: Fríspark úr høgru, tætt við baklinjuna, ið John Villi Wøldike legði væl innfyri, og har var liðformaðurin Salmundur Bech hægstur og javnaði við høvdinum.

[object Object]
Spentar støður í báðum endum - ÍF vardi væl fyri fyrsta tíman og síðstu tjúgu minuttirnar 

[object Object]
Tóri Nolsøe Olsen (nr. 4) misti Salmund Beck í uppdekkningini í samband við 1-1 málið, men gjørdist hetjan hjá ÍF á ólavsøku (Myndir: Jens Kr. Vang)

Nú fegnaðist TB-fjøldin, men ÍF avgjørdi dystin, tá tjúgu minuttir restaðu í. Ein vælvand hornsparksstøða endaði við innleggi frá Elvio Gelmini, og við aftaru stong var miðverjin Tóri Nolsøe Olsen á rætta staðnum og stútaði bóltin í málið. Eins og við fyrra málinum hjá ÍF, stóð málskjúttin púra fríur, so í TB-leguni kunnu teir iðra seg um, at vánalig uppdekking kostaði á ólavsøku.

ÍF helt TB frá veruligum málmøguleikum seinastu løtuna, hóast nakrar spentar støður vóru, og man í TB-leguni vildi hava okkurt brotsspark. Harvið eru tað tey úr Fuglafjarðar kommunu, sum kunnu fegnast í kvøld. ÍF hevur vunnið sín fyrsta dyst í tríggjar mánaðir, er nú nummar átta, og botnstríðið í Betrideildini er glóðheitt og ógvuliga tætt.

[object Object]

[object Object]
Fegnir ÍF'arar á áskoðaraplássinum og á vøllinum (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

Betrideildin 16. umfar

Ólavsøkudag, leygardagin 29.07 á Tórsvølli
TB - ÍF 1-2 (0-0)
57' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 
63' Salmundur Bech (John Villi Wøldike Leo)
70' Tóri Nolsøe Olsen (Elvio Gelmini)

Uppstillingar, dystargongd o.a. á dystir.fo

Hósdagin 27.07

AB - B68 3-1 (2-0)
18' Brian Jakobsen 1-0
19' Ragnar Skála 2-0
66' Brian Jakobsen 3-0
90 (+7)' Hanus Højgaard 3-1

07 Vestur - EB/Streymur 3-1
43' Filip Djordjevic 0-1
45 (+1)' Uros Stojanov, br. 1-1
81' Jasper van der Heyden 2-1
83' Uros Stojanov 3-1

Les eisini: AB og 07 Vestur eru nú í betri støðu

Støðan:
1. KÍ 48 stig 
2. B36 36 stig 
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 27 stig 
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig 
7. EB/Streymur 13 stig
8. ÍF 12 stig
9. B68 11 stig
10. AB 10 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder