- Sum flest onnur ítróttarfeløg, so hevur ÍF eisini aðalfund í hesum døgum. Í mun til tey flestu, so er høvuðsmálið á skrá, góðkenning av ársrokniskapinum. Nevndarvalið er av praktiskum orsøkum á heysti, soleiðis at ein møgulig nýggj nevnd, kann verða við til at fyrireika eitt komandi kappingarár frá grundini.
Hetta skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari, í samband við at aðalfundurin hjá felagnum var í gjárkvøldið.
Har var einki nevndarval - eitt slíkt var í ÍF-húsinum í heyst og verður aftur næsta heyst. Praktisku fyrimunirnir við hesum eru stórur, vísir felagið á og skrivar, at hesin leistur er ein, ið fleiri av hinum fótbóltsfeløgunum áttu at tikið við læru av. So vóru øll feløgini millum annað nógv betri klædd til ein aðalfund hjá FSF, sum er miðskeiðis í februar.
Stórt yvirskot
ÍF skrivar, at fitt av fólkið var møtt til aðalfundin í gjárkvøldið, og huglagið var sera gott. Tað er ikki løgið, at lagið var so gott, tí roknispaurin fyri 2022 vísti eitt úrslit á pluss góðar 550.000 krónur.
- Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit, tá havast má í hugað, at felagið hevur havt eitt ár í 1. Deild, har ið stuðulin frá FSF er lægri, og tað annars ikki er líkað lætt at skaffa stuðlar.
Tað eru sjálvandi ikki eins nógva útreiðslur, tá besta mansliðið ikki er í Betrideildini, men í Fuglafirði er gongdin hjá nevndini greið, og felagið er so gott sum skuldarfrítt, nú farið verður undir
Á fundinum vóru eisini frágreiðingar frá formanninum í høvuðsnevndini, Georges Rouah, og formanninum í ungdómsnevndini Jonn Sólheim Thomsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald