Fótbóltur

ÍF hevur nú eins nógv stig sum í fjør

Dysturin í Fuglafirði í gjár varð avgjørdur stutt fyri leiklok - tá var EB/Streymur í undirtali.

Uros Stojanov gjørdist hetjan hjá ÍF, tá liðið fekk sín annan sigur í ár í hús (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uros Stojanov gjørdist hetjan hjá ÍF, tá liðið fekk sín annan sigur í ár í hús (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-03 06:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør fekk ÍF fýra útav teimum seks stigunum, ið liðið fekk alt árið, á Eiði. EB/Streymur vann innanhýsis dystin í Fuglafirði men megnaði ikki at vinna á botnproppinum í tveimum royndum á heimavølli.

Í seinasta dystinum í 5. umfari tók ÍF ímóti EB/Streymi. Møguleiki var fyri at koma uppá seks stig og at leggja seg á odda í innanhýsis kappingini millum botn-fimm liðini.

Hjá ÍF kom tað sera væl við, at miðverjarnir Jens Joensen og Jan Ellingsgaard, umframt miðvallarnir Karl Løkin og Dánjal á Lakjuni, vóru tøkir aftur. Heimaliðið legði seg eisini á odda um hálvan fyrra hálvleik, tá Filip Djordjevic skoraði sítt fyrsta mál fyri ÍF. Serbin stútaði eitt gott innlegg frá Sjúrður Paula Nielsen niður í nærra málhorn.

Støðan helt sær til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Niklas Kruse sló til fyri aðru ferð í ár. Kviki áleyparin gjørdi alt sjálvur og legði bóltin inn við vinstra beini. Tað var júst Niklas, ið var greitt mest vandamikli EB/Streyma leikarin

[object Object]
Niklas Kruse skoraði fyri EB/Streym í Fuglafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

1-1 stóð til at halda sær, hóast Fannhard Skoradal í 72. minutti fekk sítt seinna gula kort innan fáar minuttir fyri at takkla Filip aftanfrá. Tríggjar minuttir áðrenn vanliga tíðin var av, sló Uros Stojanov tó til og gjørdist dagsins maður í Fuglafirði, tá hann fekk sett fótin á í málteignum, eftir at Bogi Løkin hevði lagt uppá tvørs

Serbin hevur nú skorað fimm útav teimum seks málunum hjá ÍF í ár, og ÍF hevur seks stig fyri fimm umfør. Sunnudagin vitjar AB, so tað er ikki óhugsandi, at teir reyðu fara at koma frammum ella undir liðuna á Víkingi, ið hevur torføran dyst móti B36. EB/Streymur skal reisa seg, tá Skála kemur á vitjan. 

ÍF - EB/Streymur 2-1 (1-0)
21' Filip Djordjevic (Sjúrður Pauli Nielsen) 1-0
66' Niklas Kruse 1-1
87' Uros Stojanov (Bogi Løkin) 2-1

Støðan: 
1. HB (15 stig) 
2. NSÍ (12 stig) 
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig) 
5. Víkingur (8 stig) 
6. ÍF (6 stig) 
7. EB/Streymur (3 stig) 
8. AB (2 stig) 
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) 

Hinir dystirnir í 5.umfari í Betrideildini: 

Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)

Skála - NSÍ 0-4 (0-4)
7' Petur Knudsen (Bárður Hansen) 0-1
17' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 0-2
28' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 0-3
34' Mórits Heini Mortensen (Petur Knudsen) 0-4

Myndir: Skála - NSÍ

AB - KÍ 0-6 (0-3)
10' Ole Erik Midtskogen (Patrik Johannesen) 0-1
28' Ísak Simonsen 0-2
31' Ole Erik Midtskogen (Alessio Hyseni) 0-3
49' Sjálvmál (Jóannes Bjartalíð) 0-4
59' Boris Dosljak 0-5
67' Jóannes Bjartalíð, br. (Boris Dosljak) 0-6

Víkingur - TB 0-0

Myndir frá dystinum

B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 1-2
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4

Les um dystin her
Myndir frá dystinum
Sonni Ragnar: HB vann uppiborið
Pætur: Eg veit ikki eingongd hvat eg skal siga


6.umfar:
Leygardagin 6/6:
TB - HB

Sunnudagin 7/6:
EB/Streymur - Skála
ÍF - AB
KÍ - NSÍ
Víkingur - B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder