Hondbóltur

Ikki longur landsliðsvenjari í Grønlandi

Samstarvið millum Inga Olsen og grønlendska hondbóltssambandið verður ikki longt.

Ingi Olsen er nú venjari hjá kvinnuliðnum hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Ingi Olsen er nú venjari hjá kvinnuliðnum hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-04 08:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ingi Olsen úr Vestmanna er ikki longur venjari hjá grønlendska landsliðnum í hondbólti.

Avtalan, hann hevði við grønlendska hondbóltssambandið, TAAK, rann út á nýggjárinum, og nú boðar hondbóltssambandið frá, at avtalan ikki verður longd.

Tað skrivar Sermitsiaq. Ingi Olsen hevur verið landsliðsvenjari í Grønlandi síðan 2017l

- Hondbóltssambandið við royna okkurt annað og finna ein annan venjaraprofil, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq og vísir á, at samstarvið er endað í sátt og semju.

Hann hevur eisini boðað grønlendska hondbóltssambandinum frá, at hann er sinnaður at hjálpa til, um áhugi er fyri at brúka hann í arbeiðinum við menning av ungum leikarum.

Ingi Olsen búði í Grønlandi eitt skifti í sambandi við starv hansara í BankNordik og var tá aktivur í grønlendskum hondbólti.

Hann býr nú aftur í Føroyum, og er í løtuni venjari hjá kvinnuliðinum hjá H71 í Hoyvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder