Hetta var ein dagur, har vit ikki fingu nakað at hanga saman. Einki spæl fekst at koyra, og tí bleiv tað ein tungur dystur fyri føroyska landsliðið, sum var á vitjan hjá Turkalandi í kvøld.
Fyrri hálvleikur var frálíkur sæð úr føroyskum sjónarhorni. Støðan í steðginum var 1-0, og turkar vóru ikki serliga vandamiklir. Men tað, sum ikki var í fyrra hálvleiki, kom í seinna hálvleiki. Turkar settu ferðina upp, og komu í eina vandamikla støðu og aðra eftir.
Longu tveir minuttir inn í seinna hálvleik økti Turkaland til 2-0. Lítla løtu seinni var bólturin aftur í føroyska netinum, men lukku tíð fyri okkum, vildi VAR-skipanin vera við, at tað var rangstøða.
Í 82. minutti og 85. minutti settu turkar punktum til 4-0, sum eisini gjørdist úrslitið.
Tyskvøldið kl. 19:45 kemur Luksemborg á vitjan á Tórsvølli.
Turkaland - Føroyar 4-0 (1-0)
Nations League - bólkur C
37’ Cengiz Ünder 1-0
47’ Halil Dervişoğlu 2-0
82’ Serdar Dursun
85’ Merih Demiral
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald