Fótbóltur

Ikki skrædl - eingin spenningur um úrslitið

Tað gjørdist eitt millumting á Tórsvølli, har dysturin júst er bríkslaður av. Spania gjørdi sítt, meðan føroyingarnir avrikaðu væl størsta partin av dystinum.

Atli Gregersen og hansara menn royndu at gera sítt móti Spania í kvøld (Mynd: EPA)

Atli Gregersen og hansara menn royndu at gera sítt móti Spania í kvøld (Mynd: EPA)

2019-06-07 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spania gjørdi ikki nógv meira enn neyðugt á Tórsvølli í kvøld í triðja EM- undankappingardystinum, har Føroyar tóku ímóti. Føroyska liðið stríddist væl ímóti hóast stóra spanska yvirvág og hótti Spania nakrar ferðir. Serliga komu Føroyar til góðar støður í samband við deyðbóltar, og tað var eisini eftir hornaspark, at hartarbeiðandi Klæmint Andrasson Olsen minkaði til 1-2 og fekk sítt fyrsta landsliðsmál.

Tað kundi annars verið ljótt, eftir at Spania vístu kynismu og skoraðu tvær ferðir fyrstu tjúgu minuttirnar. Føroyingarnir fullu tó ikki í fátt, fingu eitt mál, og serliga fyrsta partin av 2. hálvleiki sá tað heilt gott út. Spaniólar komu ikki til nakrar serligar upplagdar málmøguleikar eftir, steðgin hóast Føroyar framvegis vóru trýstir langt aftur í støðum. 

Myndir: Føroyar-Spania

Samanumtikið eitt gott føroyskt avrik móti einum sera sterkum liðið ið ikki heilt spílaði seg út. Skansin var aftur fantastiskur og gjørdi sítt til fyri at fáa karmarnar heilt góðar í kvøld. Vit hava viðmerkingar og meira um dystin av Tórsvølli skjótast gjørligt. 

Føroyar - Spania 1-4 (1-3)
6' Sergio Ramos 0-1
19' Jesus Navas 0-2
30' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
34' Sjálvmál 1-3
71' Jose Gaya 1-4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder