Fótbóltur

Ikki spælandi vegna vind í Sarpugerði

Dysturin millum Víking og B36 verður ikki leiktur í dag.

B36 og Víkingur sleppa ikki á vøllin í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 og Víkingur sleppa ikki á vøllin í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-14 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úr Norðagøtu frætta vit, at dómarin Dagfinn Forná metir ikki, at tað er spælandi orsakað av nógva vindinum. 

Harvið skulu Víkingur og B36 spæla dystin í 5. umfari ein annan dagin. Tað er ikki greitt enn, nær tað verður. 


Tríggir dystir eru júst farnir í gongd - til ber at fylgja gongdini á forsíðuni:

TB - HB (15:00)
ÍF - Skála (15:00)
KÍ - NSÍ (15:00)

Kl.16.00 byrjar dysturin á Eiði millum EB/Streym og AB. Hann kann síggjast á Rás 1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder