Hondbóltur

Ingi hevur úttikið mótstøðumenninar hjá føroyingum

Føroyski venjarin hjá Grønlandi hevur úttikið 16 mans til venjingardystirnar í Føroyum.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2019-01-04 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Næsta vikuskiftið, 12. og 13. januar, spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi. Grønland verður á venjingarlegu í Føroyum, og liðini skulu spæla tveir venjingardystir.

Føroyski venjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen, hevur úttikið 16 mans til dystirnar.

Hondbíoltssambandið skrivar, at kendasti maðurin á grønlendska landsliðnum helst er stóri vinstribakkurin, Minik Høegh, sum hevur spælt í bestu donsku deildini í nógv ár, millum annað við GOG og Aarhus Håndbold. Hann spælir nú við Ajax í næstbestu deildini.

Ein annar profilur er høgribakkurin, Akatuaaneq Kreutzmann, sum spælir í Norðursjælland Håndbold.

Málverjin Isak Olsen spældi í Føroyum við StÍF í 2015 og 2016. Hann var eisini eitt stutt skifti hjá VÍF.

Fleiri aðrir spælarar á grønlendska landsliðnum spæla í næstbestu deildini í Danmark, men helmingurin spælir í Grønlandi.

Dystirnir millum Føroyar og Grønland verða spældir leygardagin 12. januar klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi, og sunnudagin 13. januar klokkan 17.00 í høllini í Vestmanna.

Grønland
Isak Olsen, Herning (Málverji)
Taatsiaq B. Villadsen, GSS (málverji)
Nuka Heilmann, GSS
Gustav O. Egede, NUK
Inuk Olsen, GSS
Minik D. Høegh, Ajax
Akatuaaneq Kreutzmann, Nordsjælland
Lars Olse Lyberth, GSS
Aqqa Lukas Lings, GSS
Miki Heilmann, GSS
Milan Olsen, N-48
Marco Geisler, Silkeborg
Inujuuk Ostermann Søholm, GSS
Maxwell Frederiksen, Viborg
Aqqalu Sandgreen, GSS
Malik Kleist Andersen, Silkeborg

Føroyar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Rói Berg Hansen, FIF
Rúni Joensen, KÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Rúni Vest Højgaard, H71
Brandur Halgirsson, H71
Hans Eli Sigurðbjørnsson, KÍF
Eirikur Simonsen, FFI
Peter Krogh, H71
Jónas G. Djurhuus, HØJ
Tróndur Kragesteen, Neistin
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Rókur Akralíð, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, Neistin
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Vilhelm Poulsen, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder