Fríggjakvøldið leikti áleyparin Álvaro Morata allar 90 minuttirnar á Tórsvølli, har Spania vann tryggan 4-1 sigur á Føroyum. Hetta var púra ódramatiskt hjá Morata, men heima í Madrid var innbrot í hansara húsið.
Daily Mail skrivar, at tveir vápnaðir rænarar brutu inn ígjøgnum eitt vindeyga í húsinum í ríka býarpartinum La Moraleja, har fyrrverandi Chelsea-leikarin býr saman við konuni Alice Campello og eitt ára gomlu tvíburasynirnir. Tey vóru heima saman við einari barnagentu, og sambært miðlunum kom eingin av teimum til skaða undir innbrotinum.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/06/07/615x455/faroe-island--spania-7.6.19-nr18.jpg)
(Morata í føroyska brotsteiginum fríggjadagin - Mynd: Jens Kr. Vang)
Fleiri miðlar skriva um hendingina, og at Morata fekk boðini eftir dystin móti Føroyum. 26-ára gamli áleyparin ella familja hansara hevur tó ikki verið úti nakrari almennari útmelding; tað hava spanska fótbóltssambandið og felag hansara Atletico Madrid heldur ikki.
Morata er í hópinum hjá Spania, sum í kvøld spælir á heimavølli í júst Madrid. Dysturin er ímóti Svøríki, og talan er um oddadyst í bólki okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald