
Innsavning er nú í gongd, sum skal tryggja, at Kringvarpið sleppur at vísa søguliga HM-bronsudystin hjá U21-monnunum móti Svøríki. Hesin dysturin byrjar klokkan 16 í morgin, føroyska tíð.
Sí eisini: Voxbotn bjóðar til bronsudyst sunnudag
Seinastu dagarnar eru nógv, sum hava ilskast, at dystirnir hjá Føroyum ikki verða vístir á KvF. Orsøkin er, at Kringvarp Føroya og Sportfive komið ikki ásamt um prís. Ella KvF metti tað verða ov kostnaðarmikið.
Les eisini: HM-rættindini: Ein ov høgur prísur fyri Kringvarpið
Nú er stór innsavning farin í gongd umvegis sosialu miðlarnar, sum skal bjarga almenna Kringvarpinum úr kroystu støðuni og rinda fyri rættindini.
Tað er vinnulívsmaðurin, Hanus Samró, ið stendur aftanfyri innsavningina.
- Móttøkan hevur verið øgiliga góð. Vit eru ikki komnir á mál enn, men tað sær lovandi út, sigur Hanus Samró í stuttari viðmerking til Portalin.
Um tín fyritøka hevur hug til at stuðla við einari upphædd, kanst tú eisini senda eini boð til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald