Tað eru AC Milan og Inter Milan, ið dystast um annað finaluplássið í Champions League, og tað var tað meira blátt-klædda liðið, sum fekk tí betru byrjanina.
Eftir tíggju og ein hálvan minutt í gjár var longu 2-0. Fyrst setti royndi bosniski áleyparin hjá Inter Milan - Edin Dzeko - vinstra fótin á hornasparksinnlegg úr vinstru, og bólturin fór upp í málhornið. Tríggjar minuttir breyt Inter ígjøgnum í vinstru, og so fekk Henrikh Mkhitaryan brádliga nógv pláss mitt fyri og skoraði trygt.
Inter hevði eisini skot á stongina og var omaná í fyrra hálvleiki. Grannarnir komu so líðandi betri við, men megnaðu ikki at minka um munin.
Tað liggur nú av álvara til Inter Milan, ið ikki hevur verið í Champions League-finaluni síðani 2021, tá liðið vann hana. Liðið hjá Simone Inzaghi skal gera arbeiði liðugt á sama staði týskvøldið.
Champions League - fyrru hálvfinalurnar
Í gjár, mikudagin 10.05
AC Milan - Inter Milan 0-2 (0-2)
8' Edin Dzeko
11' Henrikh Mkhitaryan
Seinna hálvfinalan: Týskvøldið 16/5
Týsdagin 09.05
Real Madrid - Manchester City 1-1 (1-0)
36' Vinicius Junior (Eduardo Camavinga) 1-0
67' Kevin De Bruyne (Ilkay Gündoğan) 1-1
Seinna hálvfinalan: Mikukvøldið 17/5
Les eisini: Púra javnt undan seinnu hálvfinaluni
Fótbóltur
Inter hevur kós móti Champions League-finaluni
Edin Dzeko og Henrikh Mkhitaryan skoraðu málini í Milano-grannauppgerðini í gjárkvøldið.
(Mynd: EPA)
2023-05-11 15:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald