Um allan heimin verður, orsakað av koronasmittuni, heitt á altjóða olympisku nevndina (IOC) um at útseta OL, sum skal vera í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í summar.
Olympiska nevndin í Noregi hevur m.a. heitt á IOC um at útseta OL, sum eftir ætlan skal vera í juli og august.
Men í Japan hevur mann fyribils ongar ætlanir um at útseta OL, sigur Toshiaki Endo, varaforseti í olympisku fyriskiparanevndini hjá Tokyo.
– Tað er altjóða olympiska nevndin, ið tekur endaligu avgerðina. Vit fara at halda fram við fyrireikingunum til eitt OL í juli, sigur hann sambært Ritzau.
Hann leggur tó dent á, at mann enn ikki er komin nóg langt í tilgongdini til at taka støðu til, hvørt OL skal útsetast ella avlýsast.
Í fleiri londum eru ítróttarhallir og onnur venjingarstøð, har ítróttarfólkini venja til OL, stongd orsakað av koronaútbrotinum, og fleiri úttøkukappingar eru eisini útsettar ella avlýstar, og tí verður heitt á IOC um at útseta OL.
Altjóða olympiska nevndin hevur tó sagt í vikuni, at mann onga ætlanir hevur um at avlýsa ella útseta OL, sum eftir ætlan skal byrja 24. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald